Skriva út

Hans Petur Olsen

Hans Petur Olsen
deknur
Oyndarfjørður
Hans Petur Olsen er hósvíkingur og hevur búð í Oyndarfirði seinastu síðan 1980. Hann hevur verið kirkjutænari seinastu 30 árini. Fyrstu mongu árini sum klokkari og síðan deknur. Hann er giftur við Fíu í Stovuni og tey búgva í Stovuni, sum eru eini eldri vøkur hús niðri í bygdini.

Eg læs fyrstu ferð í 2001 og eg byrjaði at ringja í 1984. Erika Lómstein Petersen og Hentsar Klein Joensen vóru deknar tá, og tey fóru bæði i barsil og tí kom eg til. Eg hevði verið spurdur fleiri ferðir framman undan, men hevði borið meg undan at lesa. Tá ið sonurin John doyði 20 ára gamal í 2000 gjørdi eg av við mær sjálvum, at varð eg spurdur aftur, um eg vildi vera deknur,  skuldi eg ikki nokta bønini og eg varð spurdur, sigur Hans Petur Olsen.

Í fyrstuni var eg eitt sindur bangin fyri at gera nakað skeivt. Men eg fekk ein seðil frá Eriku um mannagongdina og honum fylgdi eg staðiliga og nú dugi eg hann uttanat.  Ein marrudreymur vitjar onkuntíð um  náttina og tá eri eg i kirkjuni og skal lesa útgangsbønina, um líka mikið hvussu eg leiti, so finni eg hana ikki, sigur Hans Petur Olsen.

Fyri meg er kirkjutænarastarvið eitt álvarsligt starv. Tað skal vera ordiligt og tí leggi eg meg eftir ikki at vera ov seinur, men møti til tíðina. Og mær dámar starvið og rokni við, at eg fari at lesa so leingi sum heilsa og lív loyvir tí.

Hans Petur hevur stóran áhuga fyri seyði og nakrir gyllin í ogn eru í húsinum. Hann hevur eisini eina mørk av kongs á Heltnini og hetta gongur hann upp í við lív og sál. Á Heltnini er feli og Hans Petur plagar at geva seyðinum um veturin. Her er hann eins regluligur og á kirkjugáttini og hann leggur fyri upp á klokkuslettið. Nú er lagst aftur at fenaðinum. Eitt gásapar og gulir ungar eru komnir undan.  Slíkt gevur Hans Petur lívsgleði. Men hann er annað enn fenaður. Hann lesur og minnið hevur hann sum fáur. Skil er í honum, tá ið hann luttekur í práti og hann kann flyta eitt kjak um neyðugt.
Hans Petur er føddur seinast í september 1957.