Skriva út

Hans Petur Bærentsen Nolsøe

Hans Petur Bærentsen Nolsøe
klokkari
Kaldbak

Eftir Jústinus Leivsson Eidesgaard

Hans Petur hevur verið klokkari í Kaldbaks kirkju seinastu tíggju árini. Hann er av klokkarafamilju og tað er heilt natúrligt fyri hann at gera hesa tænastu. Hann er uppvaksin í kirkjuni og var mangan sum smádrongur við pápanum og ringdi. Hans Petur er bóndi og hann er føddur tann 2 august 1979,

-Mamma er úr Kaldbaksbotni. Sundsgarður fór í tvey. Hann var 12 merkur. Eg siti á Útistovugarði, sum er seks merkur. Eg byrjaði einsamallur við 20 mjólkineytum og 20 ungneytum. Nú eri eg farin saman við Siggert Paturson og neytini standa í nýggja leysgongufjósinum á Vatnaskørum.

-Eg fór sum 17 ára gamal á landbúnaðarskúla á Voss. Eg havi altíð vitað, at eg skuldi vera bóndi. Eg tímdi ikki væl í skúlanum, havi altíð verið meira til tað praktiska. Meðan eg gekk í skúla á Voss, sum liggur beint viðsíðuna av fyri føroyingar kenda landbúnaðarskúlan Stent, møtti eg konuni hjá mær Kára Patursson. Hon er eisini landbúnaðarútbúgvin. Hon er eykadeknur í kirkjuni og vit hava fingið trý børn.

-Tað sigur mær nakað at arbeiða í náttúruni, at skapa nakað og síggja, at tað veksur.

-Nú hava vit ein robot at mjólka og einasta minusið við samstarvinum við Siggert er, at eg noyðist at fara til Havnar og tí kann eg ikki so væl hava børnini við mær í fjósinum. Men vit hava skipaði viðurskiftir og hava fast frí annað hvørt vikuskifti og tað er stórt fyri ein bónda í Føroyum. Men tað er stríggið arbeiði, vit sláa víða um, vit balla í Kirkjubø, Hoyvík, Kaldbaksbotni og í Kaldbak. Tað er gott at vera tveir.

-Eg gekk í kirkju við ommu og abba. Eg havi góð minnir frá kirkjuni. Har vóru nógvir prestar og serliga minnist eg Aksel Tórgarð sum ein ógvuliga fittan prest. Eg ivaðist ikki nógv, tá ið eg varð spurdur um eg vildi vera klokkari. Og eitt sindur stressandi var tað, meðan eg enn hevði neyt í Kaldbak. Eg mjólkaði og mátti eg knappliga ganga frá klokkan tíggju, úr ketildraktini og í kirkjuna at ringja og síðan aftur í fjósið. Kirkjan er heimlig og mær dámar sera væl at syngja sálmar, sigur Hans Petur.

"Viðmerkingar kunnu sendast til Jústinus Leivsson Eidesgaard á tel. 22 31 43 ella í T-posti: justinus(at)olivant.fo”