Skriva út

Hans Paulus Poulsen

Hans Paulus Poulsen
klokkari
Glyvra

Eftir Jústinus Leivsson Eidesgaard

Vanliga, tá ið tú sær á Hans, er hann í vásaklæðum, og tað skal vera heilt løgið  um ikki ein lastbilur við krana er í nánd. Hansara heimur hevur verið bilar, síðan hann var blaðungur og hann tekst enn við at klintra upp í lastir og koyra millum bygdir og eisini sær tú hann á bryggjuni, tá ið skip koma inn við fongi. Hans er vanur við stríggið arbeiðslív og sunnudagar, meðan gudstænastan er, bindur hann frið sum kirkjugangari í Glyvra kirkju. Hann er føddur 20 juli 1957.

Hans Paulus er uppvaksin í Fuglafirði og sum vaksin hevur hann búð í Runavík, har konan er ættað.  Við Runavík meinast Runavík og ikki bara kommununavnið. Tey eiga tvey vaksin børn.  Bilar hava altíð havt tann heilt stóran áhugan hjá Hans og hann avgjørdi, at hann vildi liva av at fáast við bilar. Tað ger hann enn.

-Eg fór at læra til bilmekanikara sum 16 ára gamal í Fuglafirði. Eg lærdi á verkstaðnum hjá Bjarna Eliasen.  Eg var liðugur í 1977. Hetta at vera útlærdur bilmekanikari hevur verið ein stórur fyrimunur, nú eg seinni í lívinum fór at fáast við lastbilar. Eg geri tær umvælingar eg kann við mínum amboðum.

-Eg kenni meg heima í kirkjuni og gangi í kirkju hvønn sunnudag, men eg havi ongantíð havt ætlanir um at gerast kirkjutænari og nú eri eg klokkari. Og eg kundi heldur ikki siga ja, beinanvegin heitt var á meg. Tað var okkurt sum ræddi meg. Eg var ikki vanur at ganga í klædningi sunnudagar, bara á jólum og páskum og í brúdleypi, og nú skuldi eg pyntast fyri at fara í kirkju. Og so var tað hetta at sita fremst, at sita í kórinum, tað virkaði ógvuliga ræðandi. At enda segði eg ja. og eg havi ikki angrað. Eg avloysti Óla Finnson, sum legði frá sær eftir trúgva tænastu sum klokkari.

"Viðmerkingar kunnu sendast til Jústinus Leivsson Eidesgaard á tel. 22 31 43 ella í T-posti: justinus(at)olivant.fo”