Skriva út

Hans Jákup Olsen

Hans Jákup Olsen
klokkari
Hósvík

Eftir Jústinus Leivsson Eidesgaard

Hans Jacob Olsen úr Hósvík er av eini rættuligari kirkjutænarafamilju og hann hevur roynt seg sum klokkara og dekn. Hann er heimamaður, hevur egna fyritøku í Hósvík og tað eru oftast tey, sum eru heima, sum standa fyrst til at røkja uppgávur í kirkjuni. Hans Jákup Olsen er føddur 13 desember 1960.

-Í løtuni eri eg deknur og eg havi eisini verið klokkari í tveimum skiftum. Einaferð afturi í hálvfemsunum í farnu øld og síðan aftur onkuntíð.

-Tað er stórur munur á at vera deknur og at vera klokkari. Tú stendur meira fram sum deknur. Deknurin er tann, øll hava eyga á. Eg havi nú verið deknur út í eitt siðan 2012. Vit eru í løtuni tríggir deknar og hava ein mána í part, og tí er starvið ikki so tyngjandi.

-Familjumynstrið er broytt og tað eru eisini broytingar í hvussu fólk ganga í kirkju. Nú hava vit verið uttan kirkju í eina tíð, tí okkara kirkja verður umbygd og nýgjørd og vit halda til í  eini skúlastovu, har vit halda gudstænastu. Eg haldi, at fólkið leingist eftir kirkjuni og gleða seg til hon er liðug.

-Eg eri heimamaður og havi fyritøkuna Renovent,sum eg  reki. Eg eri útbúgvin maskinsmiðjur, maskinist og vvs teknikari. At reka eina fyritøku er at dansa við konjukturunum. Tá ið vit hava verið mestir, hav 28 fólk verið í arbeiði og tað minsta eru trý fólk.

-Her er liviligt í Hósvík. Vegurin kom seinast í sekstiárunum í farnu øld og vit liggja mitt í landinum. Eg eri giftur við Guðrið Rubeksen. Og tað eru fýra børn í familjuni, hon tvey og eg tvey.

"Viðmerkingar kunnu sendast til Jústinus Leivsson Eidesgaard á tel. 22 31 43 ella í T-posti: justinus(at)olivant.fo”