Skriva út

Hans Jacob Djurhuus

Hans Jacob Djurhuus
klokkari
Hósvík

Eftir Jústinus Leivsson Eidesgaard

Eg eri farin at ganga meira í kirkju, síðan eg gjørdist klokkari fyri trimum árum síðan. Eg eri eisini í kirkju, tá ið eg ikki eri klokkari ella næstan hvønn sunnudag,  sigur Hans Jacob Djurhuus, sum er klokkari í Hósvíkar kirkju triðja hvønn mána í árinum. Hann er føddur 9 oktober 1951.

-Tá ið eg var smádrongur gingu fleiri fólk í kirkju. Men eg síggi ikki so svart upp á tað. Nokk so nógv fólk gongur í kirkju enn.

-Eg eri ein heilur hósvíkingur. Bæði foreldrini eru úr bygdini. Konan er úr Elduvík. Vit bygdu í Hósvík.  Eg fór burtur í 1966. Tað var við Vágbingi og skipari var Pole í Hvannasundi. Í 1976 fór eg á skúla og seinni fór eg at arbeiða sum alari í Oyndarfirði. Nú vaski eg á matvøruvirkinum Krás. Eg sigldi í mong ár við Dragasund, har Sylvan Jacobsen var skipari. Mær dámdi væl línulívið.

-Trupulleikin við gomlu kirkjuni var, at hon lak so illa. Hon kundi ikki nýtast longur. Og hon var ómodernað. Ì dag krevst vesið og aðrir hentleikar í kirkjuni. Talan er líka nógv um nýbygging, sum um umbygging av kirkjuni og vit fáa eina heilt nýggja kirkju, tá ið  er liðugt. Kórið er vorðið rúmligari og her er forbetringar á allan hátt.

-Eg haldi, at kirkjan er nóg stór, og er press á, ber altíð til at samstarva við bygdarhúsið, har vit hava stórskíggja, sigur Hans Jacob Djurhuus.

"Viðmerkingar kunnu sendast til Jústinus Leivsson Eidesgaard á tel. 22 31 43 ella í T-posti: justinus(at)olivant.fo”