Skriva út

Hannebeth Berta Joensen

Hannebeth Berta Joensen
organistur
Sumba

Eftir Jústinus Leivsson Eidesgaard

Hannebeth lærdi at spæla urgu sum blaðung. Pápi hennara Janus Hvítklett, sum var ættaður úr Dali og búsitandi í Sandavági, keypti eitt traðkiorgul undir krígnum og beinanvegin fóru Hannebeth og hini systkinni at spæla. Hon var tó tann einasta, sum lærdi seg rættuliga. Hannebeth er fødd 15 februar 1937. Hon er uppvaksin í Sandavági og giftist til Sumbiar.

-Eg spældi sum ung. Plagdi at spæla á møtum í Sandavági og einaferð minnist eg, at eg spældi til eitt brúdleyp. Og orgulspælið helt fram, tá íð eg fór niður. Eg fór sum ung fyrst á víðkaða háskúlan í Haslev. Síðan fór eg at arbeiða í køkinum á Diakonstiftelsen og tey heitt á meg um at søkja inn á sjúkrasystraskúlan. Og meðan eg gekk á sjúkrasystraskúlanum, plagdi eg at spæla til morgun og kvøldsang.

-Mær dámdi at lesa til sjúkrasystur, hetta var í árunum 1957-1960 og síðan suppleraði eg á Ríkissjúkrahúsinum, var har til 1962, tá ið eg fekk starv á Suðuroyar Sjúkrahúsi, sum gjørdist mítt ævistarv.

-Tað var eisini eitt starv at søkja í Klaksvík, men eg hevði verið einaferð har við Kristiliga Sangkórinum, men har regnaði so illa, at eg hugsaði, at har fari eg ikki aftur.

-Eg møtti manninum Johan Joensen á sjúkrahúsinum, hann var patientur. Hann var 18 ár eldri enn eg, ein flottur fýrur. Vit hava verið gift í 52 ár. Viderø, sum var prestur í Hvalba, gifti okkum 20. februar 1965. Heilsan hevur bilað seinnu árini og hann hevur verið blindur í mong ár. Hann er nú á Hamragarði í Vági.

-Vit fingu trý børn, ein son og tvær døtur. Tær búgva í Danmark og sonurin í Havn.

 Follend var prestur her suðuri og hann bað meg um at spæla í kirkjuni. Hann hevði konfirmerað meg og eg kundi ikki siga nei. Tað var stuttligt at spæla í kirkjuni, men eg var so upptikin, børnini vóru smá og maðurin var bóndi. Har eg vaks upp í Sandavági var góður sangur og góður sangur. Í Sumba var sangurin ikki minni góður. Her eru góðar røddir, góðir kvøðarar. Eg havi verið glað fyri at búgva í Sumba, eg havi verið organistur í kirkjuni í 37 ár. Nú eri eg einsamøll á Nýlendi, sum okkar heim verður kallað.

"Viðmerkingar kunnu sendast til Jústinus Leivsson Eidesgaard á tel. 22 31 43 ella í T-posti: justinus(at)olivant.fo”