Skriva út

Hanna Tróndheim

Hanna Tróndheim
lesari
Argja kirkja

Eftir Jústinus Leivsson Eidesgaard

Hanna Tróndheim býr á Velbastað, men hon er kirkjutænari í Argja kirkju. Hanna er fødd seinasta dag í árinum í 1981.

 -Eg eri lesari í Argja kirkju. Vit lesa epistlar og annars tekstir úr gamla testamenti. Hetta er ein nýggj skipan her á Argjum, sum hevur við sær, at fleiri luttaka í gudstænastuni. Mítt tilknýti til Argja kirkju kemur frá, at maður mín Jens Michael Tróndheim er ættaður av Argjum. Vit keyptu hús á Velbastað fyri nøkrum árum síðani, sigur Hanna Tróndheim.

 -Vit valdu at halda fram í Argja kirkju. Hetta kemst av, at tað er bara gudstænasta í Kirkjubøar kirkju einaferð um mánaðin, har er ikki kirkjugongd hvønn sunnudag og tað hava vit brúk fyri, sigur hon.

 -Eg eri eitt slag av tænara í kirkjuni. Tað eru nógvar tænastur í kirkjuni. Eg eri eisini á einum vaskiholdi og alt er ólønt, sigur hon.

Hanna er uppvaksin á Norðastahorni í Havnardali í Havn. Hon hevur lisið innan ernering og arbeiðir sum hjálparfólk á fysioterapiini á Landsjúkrahúsinum. Hanna og Jens Michael eiga tvey børn.

"Viðmerkingar kunnu sendast til Jústinus Leivsson Eidesgaard á telefon 22 31 43 ella í T-posti: justinus(at)olivant.fo”.