Skriva út

Hallgrím Johannesen

Hallgrím Johannesen
deknur
Skála
Eftir Jústinus Leivsson Eidesgaard

Tá ið tú hevur staðið 40 ár á kórsgáttini og lisið lestrar, hevur tú nakrar royndir, sum nýggju deknarnir ikki hava. Slíkar royndir hevur Hallgrím Johannesen, sum í samfull 40 ár hevur verið deknur í kirkjuni á Skála, harav ein stóran part av tíðini einsamallur. Og hvørjar royndir hevur hann gjørt sær. Kanska tann týdningarmesta er júst, at tað er gott við fleiri kirkjutænarum, sum skiftast. Tað krevur ov nógv av einum, at vera einsamallur í starvi í mong ár. Hallgrim Johannesen er føddur tann 10 juli 1945 og var giftur við Juliu Johannesen, sum doyði fyri mongum árum síðani av krabbameini. Tey vóru bæði lærarar. 

    -Eitt nú kom tað fleiri ferðir fyri, at eg ikki kundi fara við Juliu at vitja verforeldrini og familjuna í Vestmanna, tí eg skuldi lesa sunnudag. Eg tók deknastarvið sum nummar eitt. Tað er bundisligt at vera einsamallur í starvi og eg haldi, at tað er frálíkt, at kirkjurnar í dag eru farin at hava fleiri kirkjutænarar, sum kunnu skiftast. Nútíðin loyvir ikki at binda eitt einstakt menniskja ov nógv, sigur Hallgrím Johannesen. 

    -Eg eri skálamaður, bæði foreldrini vóru av Skála. Eg var liðugur á læraskúlanum í 1969, var eitt ár lærari á Argjum, áðrenn eg í 1970 fekk starv á Skála og her var eg øll míni yrkisár. Eg og Julia møttust longu í Hoydølum. Vit giftust og settu okkum niður á Skála. 

    -Á ein ella annar hátt havi eg altíð verið klinkaður saman við kirkjuni, mær hevur altíð dámt væl at vera í kirkjuni og tað var rættuliga skjótt, aftan á at eg aftur var fluttur á Skála, at boð vóru eftir mær. Eg byrjaði at avloysa Alla, Alfred Christiansen, sum tá hevði verið deknur í mong ár, hetta var tíðliga í 1971. 

    -Árið eftir í 1972 gavst Alli. Olaf Rasmussen og Jørgin Thomsen heittu á meg um at vera dekn og eg var nærum einsamallur deknur fram til 1990 ella í 18 ár út í eitt. Steðgur kom í, tí eg í 1990 fór niður á læraraháskúlan á ársskeið. Onkuntíð lósu Sylverus Jacobsen, Jørgin Thomsen og Olaf Rasmussen. Í fyrstuni kendi eg meg rættuliga ungan til hetta starvið, men við tíðini gjørdist tað ein vani at lesa í kirkjuni. 

    -Heimaftur komin skeyt eg upp fyri kirkjuráðnum at fáa fleiri kirkjutænarar. Tað var ein fyrimunur fyri kirkjuna. Eg peikaði sjálvur á Asbjørn Mikkelsen, sum hevur verið deknur síðan. Kirkjutænarar eiga eisini at kunna luttaka í verðsliga lívinum og tað ber ikki til, um bara ein mannar hvørt starvið. Eg sigi hetta av royndum, tí var ikki rætt av mær at vera so leingi deknur einsamallur.