Skriva út

Gunn Lindenskov Olsen

Gunn Lindenskov Olsen
deknur
Rituvík

Eftir Jústinus Leivsson Eidesgaard

Gunn er fyrsta kvinna, sum nakrantið hevur verið deknur í Rituvíkar kirkju. Hon byrjaði í 2007. Og hon er heldur ikki rituvíkingur, men ættað úr Fuglafirði. Hon hevur millumnavnið Lindenskov og tað leiðir hana aftur til stóru Samuelsensfamiljuna, við sambandshøvdinganum Andras Samuelsen sum ættfaðir. Hon er dóttir Jov hjá sýslumanninum Steingrim Samuelsen og Lindenskov navnið hevur fylgt henni.

-Eg eri gift til Rituvíkar og flutti her út í 1982. Her hevur verið gott at verið. Vit bygdu húsini, Helgi bygdi sjálvur og pápi hansara Johan rokaðist upp í við einum armi. Hann misti armin umborð á einum íslendskum trolara.

-Eg byrjaði sum deknur í 2007. Onki konufólk hevði verið kirkjutænari áðrenn. Eg hevði altíð gingið í kirkju og segði bara ja. Eg var ikki nervøs, sigur Gunn Lindenskov Olsen.

-Eg var fleiri av mínum barnaárum í Íslandi. Pápi mín var ortopediskur skómakari og hann hevði lært hjá Jóanes Jacobsen í Fuglafirði. Pápi fór til Íslands at skósa og vit flutt við. Eg dugdi flótandi íslendskt, tá ið eg kom heim aftur, eg gekk í skúla í Íslandi. Eg havi verið aftur og ferðast onkuntíð. Eg var 9 ár, tá ið eg kom aftur til Fuglafjarðar. Tað var keðiligt at fara úr Reykjavík og deiligt at koma til Fuglafjarðar. Mann skal ikki stúra fyri at flyta við børnum, tað veit eg av egnari erfaring. Eg tók ikki skaða av tí.

-Eg plagi at velja einar tveir til tríggjar lestrar burtur úr. Eg veit ikki rættuliga hvussu eg velji, eg føli hvør av teimum er tann rætti og tað er ikki altíð so lætt. Eg lesi skjótt innantanna og tað fellur mær ikki tungt at lesa lestur hart.  Eg varð væl móttikin sum fyrstu kvinnuligi deknurin í bygdini. Eg fekk ikki negativar bemærkningar um at vera kirkjutænari. Fólk siga ikki so nógv.

-Vit eiga tríggjar dreingir og seks barnabørn og nú eru tvillingar á veg. Tað er nakað heilt fyri seg at fáa barnabørn.  Eg eri ofta í Fuglafirði, nú er bara mamma eftir, sigur hon.

"Viðmerkingar kunnu sendast til Jústinus Leivsson Eidesgaard á tel. 22 31 43 ella í T-posti: justinus(at)olivant.fo”