Skriva út

Guðrun Poulsen

Guðrun Poulsen
deknur
Argja kirkja

Eftir Jústinus Leivsson Eidesgaard

Guðrun hevur verið kirkjutænari í Vestmanna kirkju, men hon er flutt á Argir og byrjaði sum deknur í 2019. Guðrun er fødd 24. september í 1985.

 -Eg havi verið deknur á Argjum í  eitt ár nú og mær dámar væl. Eg og kirkjuráðsformaðurin, Sólrun Gleðisheygg búgva á Kongavarða og kennast har frá. Vit sóru í nevnd saman. Eg fortaldi henni, at eg saknaði at koma í kirkju og fortaldi henni, at eg hevði verið tænari í Vestmanna. Hon bað meg endiliga koma og í Argja kirkju saknaðu tey ein dekn. Og so bleiv eg deknur, sigur Guðrun Poulsen.

 -Eg eri útatvend av nattúru. Dámi væl at standa fram og tó, altíð eitt sindur nervøs. At gerst deknur í Argja kirkju var avbjóðandi fyri meg, tí eg kendi ongan. Tá eg var kirkjutænari í Vestmanna kirkju, kendi eg øll, sigur hon.

 -Nú vit vóru flutt á Argir, saknaði eg at koma saman við kirkjufólkinum. At ganga í kirkju er ein partur av mær og hevur altíð verið tað. Her er góður felagsskapur og vit eru fýra deknar, tað merkir, at eg gerið deknatænastuna fjórða hvønn sunnudag og tað er avgjørt ikki tyngjandi, sigur hon

Guðrun er gift við Jógvan Høgnesen, ættaður úr Leirvík. Tey hava eina fyritøku saman, hon er útbúgvin cand merc.com. Tey eiga tveir smádreingir.

"Viðmerkingar kunnu sendast til Jústinus Leivsson Eidesgaard á telefon 22 31 43 ella í T-posti: justinus(at)olivant.fo”.