Skriva út

Gudrid Dahl Sørensen

Gudrid Dahl Sørensen
organistur
Viðareiði
Eftir Jústinus Leivsson Eidesgaard

Tað eru 70 ár síðan Gudrid Dahl Sørensen spældi til gudstænastu fyri fyrstu ferð í Árnafjarðar kirkju. Gudrid er uppvaksin í Árnafirði, hóast hon meginpartin av sínum vaksna lívi hevur búð á Viðareiði, har hon var gift og fekk børn. Hendan dagin vit práta er hon at vera hjá dóttrini Mamy Dahl Sørensen í Hoyvík, hon heldur nakað til í Havn, hóast hon leingist norður aftur. Gudrid er fødd 20 apríl 1933.

-Eg eri uppvaksin í Árnafirði og eg møtti manninum Jóhan Dahl Sørensen av Viðareiði í býnum í Klaksvík. Eg tænti tá hjá Símun David Kalsø í Klaksvík. Vit gingu saman í fimm ár, áðrenn vit giftust. Vit búðu ikki í somu bygd, eftir at vit vóru gift, flutti eg til Viðareiðis. Johan doyði 1 juni í 1982 og nú eru longu 35 ár síðan. Eg havi verið hart rakt av sorg. Dótturin Gunvør doyði í fjør, 59 ára gomul, tað er svárt at koma yvir.

-Vit høvdu ein góðan lærara í Árnafirði. Hann kallaðist Niclái Poulsen og var ættaður av Kirkju. Hann lærdi okkum at spæla eftir nótum. Eg spældi fyrstu ferð í kirkjuni í Árnafirði, tá var eg einans 13 ára gomul. Vit lærdu at spæla fýrastemmt og vit áttu einki orgul heima.

-Tað var eisini eitt sindur stríggið at spæla í kirkjuni í fyrstuni, eftir at vit vóru flutt til Viðareiðis. Fyrst nýføðing at vaska, síðan at mjólka kúnni og síðan í kirkjuna at spæla. Men maðurin var húsligur, hann hevði verið skipskokkur og hann gjørdi døgurða, hann var so lagaligur.

-Eg var 24 ára gomul, tá ið eg kom til Viðareiðis í 1957. Vit fingu fýra børn, og tað er vorðið til níggju barnabørn og trý langbarnabørn.