Skriva út

Gudmund Mortensen

Gudmund Mortensen
organistur
Havnar kirkja (Dómkirkjan)

Eftir Jústinus Leivsson Eidesgaard

Fyri 45 árum síðani, hitti eg Gudmund Mortensen fyri fyrstu ferð og tá sat hann eisini frammanfyri eitt orgul. Tað var á Nr. Nissum Seminarium í Vesturjyllandi, har hann gekk á læraraskúla og eg gekk á HF í sama stað. Eg hitti hann nú aftur sum organistur í Dómkirkjuini og hann venur framvegis við orgulið. Hetta er eitt dømi um, at tú ongantíð verður fulllærdur sum urguleikari. Gudmund er føddur 21. november 1950.

 -Tað var eitt harmonium heima hjá okkum í Fuglafirði, eg lærdi meg sjálvur og skjótt spældi eg í missiónshúsinum, har pápi var missionerur. Eg minnnist eisini sum ungur, at eg spældi í kirkjuni í Elduvík, tá íð systir mín konfirmeraðist. Tá ið eg fór at læra at spæla orgul rættuliga á læraraskúlanum, gjørdist hetta høvuðsáhugin, og tað er tað enn, eg havi so at siga livað av at spæla orgul alt lívið,  sigur hann.

Við læraraprógvinum í hondini  kom Gudmund heim aftur til Føroyar og var lærari í Havn í eitt ár og síðan trý ár á Eiði. Gudmund fekk starv sum fyrsti organistur við Vesturkirkjuna og síðan lá leiðin aftur til Danmarkar, har hann fór á konservatoriið.

 -Tað gjørdist til eina drúgva útferð og tað var gott at koma heim aftur eftir 30 ár í Danmark.Tað var hend ein øgilig menning innan føroyskt tónleikalív, árini eg arbeiddi niðri og eg fekk eitt dreymastarv sum organistur í Dómkirkjuni. Fyri meg er tað eisini stórt at undirvísa í orgul, tað er nakað, eg eri ógvuliga glaður fyri, tú sáar eitt fræ, sum kirkjan seinni heystar. Eg eri hálva tíð í Dómkirkjuni og hálva tíð sum tónleikalærari í musikkskúlanum.

Gudmund er giftur Ellis og tey eyga ein son og eins dóttir. Sonurin eigur ein son, og dótturin tveir.

"Viðmerkingar kunnu sendast til Jústinus Leivsson Eidesgaard á tel. 22 31 43 ella í T-posti: justinus(at)olivant.fo”.