Skriva út

Frida Reyná

Frida Reyná
deknur
Elduvík

Eftir Jústinus Leivsson Eidesgaard

Frida Reyná býr í Elduvík og tað hevur hon gjørt seinastu 22 árini. Hennara einasta samband til Elduvíkar er maðurin Poul Johannus Reyná, sum er uppvaksin í bygdini. Elduvík er ein bygd í Eysturoynni sum einans anir. Um veturin er hon næstan manntóm, men Frida og maðurin eiga eitt ættarlið undan sær og børnini hava tætt tilknýti til bygdina. 

    -Eg eri uppvaksin í Klaksvík og flutti til Elduvíkar í 1993. Hetta var mitt í kreppuni. Foreldur míni fluttu niður og eg flutti í eina íbúð í kjallaranum hjá verforeldrunum í Elduvík og eg havi verið í bygdini síðani. Eg havi verið deknur síðan 1999 og tók yvir eftir verpápan Malvinus Reyná. Ella tað var soleiðis at Hanne Poula Samuelsen tók við eftir hann og eg gjørdist hennara avloysari. Mær dámar væl at vera deknur, men seinasta hálvt annað árið hevur ikki verið boð eftir mær. 

    -Eg var øgiliga nervøs í fyrstuni, men eg gjørdist róligari, sum tíðin gekk. Nú bilar mær ikki at lesa. Eg havi ikki lisið, tá ið eg havi verið upp á vegin. Tað ber ikki til tá, fái ikki staðið so leingi. Vit eiga fimm børn. Mær dámar best lestrarnar hjá John Mylnhamar. Hinir gomlu eru tungir at lesa og ringir at fata. 

    -Eg komi úr einum stórum systkinaflokki og her var einsligt at flyta til Elduvíkar. Men eg hevði bil, og var røsk at vitja fólk, tá vóru tað ikki allar mammur, sum arbeiddu úti.

Síðan 2004 hevur Frida havt heimacafe. Tað eru serliga útlendingar, sum koma á vitjan . Í summar hava níggju bussar við útlendingum vitjað cafeina. 

    -Eg geri vanligan mat til ferðafólkini. Smurt breyð, kaffi og køku, og onkuntíð geri eg døgurða, um ferðaløg ynskja tað. Eg eri eisini bóndakona og vit brúka viðskeran sum garðurin gevur. Annars arbeiði eg á saltfiskavirkinum Vaðhorn á Strondum.

Vit eiga fimm børn. Tríggjar dreingir og tvær døtur. Tey eru úr 20 og niður í eitt ár.

"Viðmerkingar kunnu sendast til Jústinus Leivsson Eidesgaard á tel. 22 31 43 ella í T-posti: justinus(at)olivant.fo”.