Skriva út

Finn Juul Thomsen

Finn Juul Thomsen
deknur
Tvøroyri

Eftir Jústinus Leivsson Eidesgaard

Eg var deknur í 25 ár, tá gavst eg. Eg byrjaði í fyrru helvt av áttatiárunum. Tað var ein góð tíð. Positivt at vera biðin og eg helt ikki, at tað var bundisligt. Vit vóru tríggir deknar sum avloystu Erling Eidesgaard, sum hevði verið einsamallur deknur í eitt mannaminni. Eg hugsaði, at eg mátti finna hurðina og at kirkjufólkið eisini hevði brúk fyri at hoyra onkran annan, sigur Finn Juul Thomsen, sum er føddur 7 juli 1956.

-Eg fór á Føroya Læraraskúla í 1978 og varð liðugur í 1982 og síðan tá havi eg verið lærari í Tvøroyrar skúla. Tey fyrstu seks árini av mínum lívi búði eg í Havn, men so fekk pápi starv sum umsjónarmaður á Suðuroyar Sjúkrahúsi og vit fluttu suður. Eg visti longu, tá íð eg gekk á læraraskúlanum, at eg vildi suður aftur at búgva og arbeiða.

-Eg byrjaði á Tvøroyrar skúla sum sjúkravikar, og tá ið Martin Eidesgaard, skúlastjóri doyði, gjørdist eg varaskúlastjóri og frá august í ár havi eg verið skúlastjóri. Mær dámar væl at vera lærari og mær dámar væl at undirvísa. Eg eri ein støðug typa, eg kundi ikki hugsa mær at verið nakra aðrastaðni enn á Tvøroyri. Fólk siga við meg, at eg einki annað havi prøva enn at undirvíst á Tvøroyri og eg svari aftur, at mær tørvar einki annað, eg havi tað gott her, sigur Finn Juul Thomsen.

-Eg havi eisini havt nøkur merkilig evnir at blanda meg upp í . Eg havi verið virkin í ítrótti, í TB og í borðtennis.

Finn er giftur við Jónu Tromsen, hon er av Tvøroyri. Tey hava ættleitt tvey børn. Eina gentu úr India, og ein drong úr Guatamala, sum nú er.

-Fríðtíðin fer til børn og familju. Eg eri júst vorðin abbi til ein abbason, sum eitur Helgi, sigur Finn, sum er nøgdur við lívið.