Skriva út

Eyðun Eliassen

Eyðun Eliassen
deknur
Mikladalur
Eftir Jústinus Leivsson Eidesgaard

Eyðun Eliassen býr í skugganum helvtina av árinum. Sólin setir fyri seinastu ferð á Trøllanesi á Mikkjalsmessu, ella Dilkadag, tað er 29 september og tey síggja hana ikki aftur fyrr enn á Grækarismessu, sum er 12. Mars. Neyvan nakranstaðni í Føroyum er sólin so nógv burtur vetrarhálvuna. Men hetta steðgar ikki fólki í at trívast á Trøllanesi, sum helst hevur navnið eftir at har er so trøllamyrkt. Í Oyndarfirði er Trølldalur og hann vendir akkurát sama veg sum Trøllanes og hevur sama navn og er eins sólarleysur um veturin. Eyðun er tilflytari, uppvaksin í Mikladali, men festari á Trøllanesi síðan 1993. Eyðun er føddur 6 januar 1960.

-Kirkjutænastan hevur verið í okkara familju leingi. Pápi mín Eivind Eliassen doyði av hjartatilburði í 2004 tænti í kirkjuni. Hann var sonur Magnus í Hússtovu, abba, sum hevði verið deknur í 60 ár ella meira. Eg var biðin um at vera triði deknum. Eg skiftist við Sigrun Heldarskarð og Signhild Johannesen. Nú lesi eg fyri tað mesta.

-Eg eri bóndi og livi av knappliga átta merkrum. Eg eigi 30 gyllin í norðaru helvt av Djúpadali og í Mikladali havi eg fest seks merkur í Líðini á vestursíðuni av oynni, sigur Eyðun Eliassen.

Konan eitur Anja Eliassen og hon er úr Saltangará. Tey eiga fýra børn, tvey av hvørjum slag og enn er onki barnabarn komið.

-Vit fluttu norður á Nes, tí eg tók yvir jørðina hjá mammubeiggja mínum Rosenmayer Wolles.