Skriva út

Eskild Hansen

Eskild Hansen
klokkari og organistur
Húsar

Eftir Jústinus Leivsson Eidesgaard

Eskild Hansen eigur eina fortíð sum klokkari og organistur í Húsa kirkju og hann er húsamaður og býr í Klaksvík. Eskild er føddur 20 februar 1945.

-Geila-Jóannes helt okkum til at ringja. Eg havi eisini spælt nakrarferðir orgul. Menn vóru til skips og har var ongin at avloysa. Spælningurin var við tveimum fingrum, so tað mátti vera sum Harra Gud veit. Systir mín spældi eisini og eg haldi, at hon dugdi betri enn eg, sigur Eskild Hansen. 

-Sørin Christiansen var fastur organistur og onkuntíð barst honum frá og so avloysti eg og systurin og onnur. Men vit høvdu onga frálæru í at spæla orgul. Spældu bara fyrstu stemmu.

-Eg gjørdist ikki drúgvur á Húsum. Longu sum 15 ára gamal fór eg til Klaksvíkar, har eg fór í læru sum málari. Fimm ár seinni, í 1965, fluttu foreldur míni til Klaksvíkar at búgva og síðan havi eg ikki havt fast tilknýti til bygdina. Eg fekk sveinabræv og síðan havi eg verið málari og gólváleggjari, sigur hann. 

Eskild er giftur við Kirstin og hon er úr Klaksvík. Tey eiga trý børn, tveir dreingir og eina gentu. Og síðan er tey vorðin vælsignaði við seks barnabørnum. 

Eskild er í skrivandi løtu 73 ára gamal og hann er pensionist og situr tó ikki tómhendur. Hann er júst í ferð við at bjálva húsini.