Skriva út

Erling Simonsen

Erling Simonsen
klokkari
Miðvágur

Eftir Jústinus Leivsson Eidesgaard

Erling er sørvingur og tað er ein einasta grund til hann býr í Miðvági og hon er, at hann fann konuna í Miðvági og hon vildi búgva í Miðvági.  Erling er føddur 12. september 1946.

 -1. juli 1972 søgdu eg og Marianna ja til hvønn annan og tað verða 44 ár í ár, sum tíðin gongur.  Vit búgva í húsunum hjá svigerforeldrunum. Eg havi verið skrivstovumaður alt lívið, fyri tað mesta hjá Taks og eisini hjá Skipafelagnum. Og meðan eg havi verið hjá Taks havi eg eisini verið tollari her vesturi.

 -Onkur spurdi meg, um eg vildi vera klokkari, eg haldi, at onkur var sjúkur. Tað var bara ein klokkari, so tað var langt í millum, at eg avloysti. Seinni varð eg spurdur, um eg vildi vera fastur klokkari, tá segði eg nei. Konan var deknur og sonurin spældi orgul og skuldi eg eisini, tá var húsið mannleyst sunnudagar, og tað gekk ikki.

 -Tá ið eg var avloysari sum klokkari, ringdu vit klokkan 10, 11 og 12 og tað var ringt við hond. Nú eru fleiri klokkarar, sum skiftast og tornið er automatiserað.  Nú fara tey í kirkju klokkan 11.

 -Eg fáist við seyð og velti. Vit eiga eina trøð og jørð hoyrir til húsið.

 -Kona  mín eigur eini hús í Famjin. Har hava vit verið hvørt summar. Har er so serliga vakurt sólsetur og í mínum eygum er Famjin vakrasta bygd í landinum.