Skriva út

Erla Olsen

Erla Olsen
organistur
Vestmanna
Eftir Jústinus Leivsson Eidesgaard

Erla Olsen er fødd í Sandavági og hvør einasti vestmenningur, sum vísur seg í kirkjuni setir Erlu í samband við urguna í kirkjuni, sálmasong og kórsang. Erla er fødd 17 juli 1944 og hevur búð í Vestmanna, síðan hon 19 ára gomul giftist vestmenningi. 

    -Vit møttust í Havn. Eg arbeiddi á telegrafstøðini og hann á marinustøðini og vit gjørdust par. Tá ið tíðini giftist mann, mann livdi ikki saman. Eg var 19 hann 21 og vit eru saman enn. 

    -Eg byrjaði at læra at spæla upp á orgul sum 12 ára gomul. Mín bakgrund í Sandavági er Indre missiónsk. Liljan Samuelsen var lærarinna í Sandavági, hon var ættað úr Kollafirði og eg byrjaði at læra hjá henni. Seinni fór eg at læra hjá Ingerð Joensen og har kom eg eitt stig víðari. Eg lærdi alla tíðina at spæla eftir nótum og við øllum stemmunum. Ingerð var nokkso beint fram. Eitt kvøldið á einum kvinnumøti segði Ingerð knappliga: “Í kvøld spælir Erla.” Hon hevði ikki spurt meg. Men tað gekk væl, eg spældi og í Sandavági hava fólk tað við at rósa hvørjum øðrum og eg fekk herðaklapp. 

    -Eg kom úr einum rættuliga musikalskum heimi. Pápi mín, Jørgen Johannesen, sum dagliga var smiður, var organistur í kirkjuni. Heima hjá okkum høvdu vit eitt stovuorgul og eitt klaver í hini stovuni og eg átti eitt lítið orgul, sum eg hevði á kamarinum á loftinum.

Musikalska leiðin steðgaði ikki hjá Erlu. Hon fór til Havnar og kom beinanvegin í læru hjá Miu Waagstein. 

    -Eg gekk eitt ár hjá henni og síðan fór eg at ganga til undirvísing hjá Jóannes Nolsøe og hjá honum var eg í mong ár. Eg var eisini niðri eitt skeið og spældi í Sankt Bendts kirke í Ringsted, tað var ein lærurík tíð. Í Føroyum havi eg spælt mest í Vestmanna, eg byrjaði har í 1979 og eg havi eisini sitið við urguna í Kvívíkar kirkju. Eg varð vald til organist í Vestmanna og tað eri eg fegin um. 

    -Vit eiga fimm børn, fýra dreingir og eina gentu. Og vit hava fingið 16 barnabørn og fýra langbarnabørn. Eg eigi eina ommudóttur, sum býr í Dímun. Eg havi verið fleiri ferðir í Dímun og plagi at rokast við matinum har.