Skriva út

Erhard Sigfred Johansen

Erhard Sigfred Johansen
klokkari
Sjógv
Í eini íbúð í suðurendanum á Eysturoyar Ellis og Røktarheimi í Runavík situr 91 ára gamli Erhard Sigfred Johansen av Strondum. Saman við honum er konan Jónhild, sum er ættað úr Gøtu. Tey eiga eitt langt lív saman. Millumnavnið hevur hann ongantíð brúkt og tað bleiv skrivað niður í kirkjubókina, tí hann varð føddur júst sunnudagin 1. Juli í 1923 og tá høvdu forfedrar okkara tann sið, at uppkalla sunnudagin og aðrar halgidagar.

Erhard er nokk tann strandingurin, sum hevur hildið mest um kúlvin í klokkuni í Sjóvar Kirkju. Hann er helst eisini tann strandingurin, sum eigur flest fetini upp á loftið at ringja.

-Eg byrjaði sum smádrongur, tá ið klokkarin var burtur. Pápi mín var klokkari, men hann kom til skaða, meðan teir lossaðu kol inni á Hulki, tá ið eg var smádrongur, hann breyt beinið og gjørdist invalid. Kirkjutornið er ikki nakað fyri illa gongd fólk. Síðan tók beiggi mín Jóhan Dávid við og tá ið hann var til skips, ringdi eg. Pápi var klokkari, abbi var klokkari og langabbin var eisini.

Klokkarastarvið hoyrdi heima í gomlu húsunum Úti í Stovu, sum vóru 18 alin long og eg havi bygt á toftirnar og havi samstundis verið klokkari. Slík størv hoyrdu til ávís hús fyrr í tíðini. Hjá okkum var ein stova til prest, tá ið hann var um leiðir, og tá ið tey gomlu húsini vóru avfallin, flutti hann niðan á Lágna til Símun.

-At vera klokkari var ein plikt. Tað var ikki ein spurningur um at dáma ella ikki. Tað var heldur ikki kapping millum húsini at gerast klokkari. Tey seinastu 26 árini, áðrenn eg legði frá mær sum 80 ára gamal, tí eg ikki orkaði meira, var eg einsamallur, mest sum út í eitt, í hesum ólønta starvi.
Tey fyrstu árini Erhard var klokkari, var onki elektrisitet. Har var bølamyrkt, tá ið hann ringdi fyrstu ferð um morgunin á vetri og mangan ísakalt inni. Men so eiðasørt hann sá nakað ónatúrligt.
-Nei, har spøkti ikki og eg tonkti als ikki, at tað var óunniligt. Her komu fólk úr øðrum bygdum til gongu í kirkju. Eg minnist Rasmus í Kolbeinagjógv, hann gekk upp um hvønn sunnudag og hann var fyrsti maður í kirkju. Hann var so tíðliga á fótum, at hann hevði altíð stundir at fara inn til vinmannin Berint her Við Sjógv til ein heitan drekkamunn, áðrenn hann fór í kirkju. Og skálafólk komu eisini út í stórum tali, tað var mest, tá ið prestur var og altargongd. Eg minnist ikki fólk av Morkranesi, tey mundu fara til Selatraðar. Kirkja var komin har, tá eg var smádrongur og áirnar vóru ikki altíð tespiligar, skuldi gangast til Sjóvar. Tey máttu fara upp í erva, sigur Erhard Johansen.

Erhard lærdi til snikkara undir krígnum. Har spinnariið Snældan heldur til í dag var snikkaravirkið og hetta gjørdist ikki spinnarí fyrr enn langt aftan á, at Erhard var útlærdur, ella nærri í fimtiárunum.