Skriva út

Erhard Jacobsen

Erhard Jacobsen
deknur
Sørvágur

Eftir Jústinus Leivsson Eidesgaard

Erhard Jacobsen er sørvingur og hevur búð í mong ár uttanfyri heimbygdina. Hann flutti aftur í 2007 og bygdi hús í Sørvági. Erhard er føddur 16. august 1949.

 -Okkurt má ein avskriva, tá íð ein flytur á bygd úr Havnini. Men her er friðarligt og gott, sigur Erhard Jacobsen.

 -Onkur av deknunum spurdi meg, um eg vildi hjálpa til at vera deknur, eg játtaði, og tað hevur gingið væl. Eg eri pensioneraður og hetta er eitt gott ítriv. Vit eru fýra deknar, sum skiftast og hava ein mána í senn. Fyrr vóru deknarnir færri, ofta einsamallir og eg taki hattin av fyri teimum, sigur hann. 

Erhard Jacobsen hevur arbeitt meginpartin av lívinum sum bókavørður, eisini landsbókavørður. Hann var í nøkur ár skrivari í Starvsmannafelagnum og seinni eisini formaður.

 -Eg læs kandidat í bókasavns og kunningarfrøði og havi skrivað bøkur um Føroya Handverkarafelag og Havnar Handverkarafelag.

Erhard er giftur við Sigrun Joensen úr Havn. Tey eiga trý børn, ein son, sum býr í Havn og tvær døtur, sum búgva uttanlands. Og tey hava fingið níggju barnabørn.

 -Tað at tvær døtur búgva uttanlands merkir, at vit eru nógv burtur og vitja, men tað eru rættuliga vanligt fyri føroyingar. Skulu vit vera nóg mikið saman við barnabørnunum, mugu vit eisini flyta okkum, sigur hann.

"Viðmerkingar kunnu sendast til Jústinus Leivsson Eidesgaard á tel. 22 31 43 ella í T-posti: justinus(at)olivant.fo”.