Skriva út

Emil Nolsøe

Emil Nolsøe
klokkari
Dalur

Eftir Jústinus Leivsson Eidesgaard

Emil er mest kendur sum skipari, bæði undir Føroyum og seinastu nógvu árini við grønlendskum rækjuskipum, har hann skiftist við beiggjanum Julian at føra ein stórar rækjutrolara, sum kallast Polar Nanok. Men hann hevur eisini eina fortíð sum klokkari í Dals kirkju og alt í lívinum hjá Emil byrjar í Dali. Emil er føddur 17. apríl 1962.

 -Eg loysti av upp í gjøgnum nítiárini og til vit fluttu úr Dali í 2007. Eg var avloysari hjá brøðrunum Sjúrða og Groth Nolsøe, teir skiftust. Tað varð heitt á meg, um eg kundi vera klokkari, tá tað lá fyri. Eg sigldi og røkti klokkarastarvið, tá íð eg var heima, sigur Emil Nolsøe

 -Eg og konan Sigrid fluttu til Havnar í 2007, hon hevði tá fingið arbeiði í Havn. Børnini vóru flutt heima frá og eg var burtur, sigur hann.

 -Eg fór í 1994 til Grønlands at føra rækjuskip. Tá hevði eg longu verið skipari við ísfiskatrolarum undir Føroyum í 10 ár. Tað var stórt skiftið fyri meg, at fara at veiða í Grønlandi. Størri skip og meira skipaði viðurskiftir, men eg havi trivist. Nú eri eg heima helvtina av árinum og tað trívist eg væl við, sigur hann

Sigrid er ættað av Sandi og tey eiga trý børn á lívi. Tey eru Sólvit, Elinborg og Judit.

 -Vit upplivdu ta stóru sorg at missa sonin Ólavur einans 13 ára gamal. Hann varð  yvirkoyrdur í Klaksvík, hann var elst og uppkallaður eftir pápa. Slíka sorg kemur ein ongantíð yvir, men man venist við at bera hana, sigur Emil hugsunnarsamur.

"Viðmerkingar kunnu sendast til Jústinus Leivsson Eidesgaard á telefon 22 31 43 ella í T-posti: justinus(at)olivant.fo”.