Skriva út

Emil Jacobsen

Emil Jacobsen
deknur og klokkari
Húsar
Eftir Jústinus Leivsson Eidesgaard

Emil Jacobsen stóð á kórsgáttini, sum deknur í Húsa kirkju, longu sum 14 ára gamal og hann hevur eisini gjørt tænastu í torninum og sitið við urguna undir gudstænastu. Emil er uppvaksin á Húsum og hann er føddur 30. apríl 1961.

-Kirkjutænararnir sigldu á Húsum ella vóru til skips, tá ið eg var ungur. Geila-Jóannes, sum var høvuðsdeknur, sigldi við Gudrun og Óli Hansen, sum var eykadeknur var við Sigurfara, also sluppini og tað var tá, at eg avloysti sum hálvvaksin.

-Eg var eisini organistur til onkrar gudstænastur. Vit høvdu havt blokkfloytu í skúlanum og eg hevði lært at spæla fyrstu stemmu eftir nótum. Og eg fór so smátt at læra meg at spæla á urgu. Og tá íð fasti organisturin hevði forfall ella var burtur, slapp eg at spæla. Fyrstu tíðina var tað bara við einum fingri. Men so kom Óli Dahl, lærari í Klaksvík, og legði mær lag á at spæla við tveimum fingrum og har vinstra hond skuldi vera lægri, tá kom meira fylla í ljóðið, sigur Emil Jacobsen.

Vaksna lívið hjá Emil byrjaði við, at hann flutti til Klaksvíkar, har framhaldsdeildin bíðaði honum. Og síðan fór hann á HF í Klaksvík og eftir tað dróg Kalsoyggin aftur. Hann gjørdist vikarur í Mikladali og á Trøllanesi í 1980.

-Aftaná vikarárið í Kalsoynni fór, eg niður til Aalborg og í 1984 á læraraskúla í Danmark.

-Síðan eg kom heim aftur eftir loknan lestur havi eg fyri tað mesta verið lærari í Klaksvík, men eg havi eisini verið aftur á Kalsoynni. Skúlin á Húsum var niðurlagdur eitt skiftið, tí har vóru ongi børn, men so lat hann upp aftur og tá var eg biðin til lærara. Eg startaði skúlan upp aftur og var har í trý ár. Eg havi eisini verið eitt skifti lærari í Kunoy.

-Eg hevði smíð sum linjufak á læraraskúlanum og eg havi undirvíst í smíð í Klaksvík. Tað er kveikjandi hjá næmingunum.

-Eg eri framvegis nógv á Húsum og onkuntíð kemur tað fyri, at tey mangla ein organist. Men tað er sjálvdan, tí nú eru tey so væl mannaði í kirkjuni. Onkuntíð havi eg bæði verið klokkari og deknur sama dag. Tá verður tað til eitt sindur av rennaríi í kirkjuni.

Emil er giftur við Hannebeth av Tvøroyri. Tey eiga fimm børn og fimm barnabørn.