Skriva út

Elsebeth Viðoy Simonsen

Elsebeth Viðoy Simonsen
deknur
Viðareiði

Eftir Jústinus Leivsson Eidesgaard

Elsebeth roknar seg sum viðoying. Mamman er ættað úr Gerðum í Klaksvík og pápin er av Viðareiði og Elsebeth er gift og býr á Viðareiði. Hon er fødd 18. februar 1968.

 -Tað var Jógvan Friðirikson, sum tá var prestur í Ónagerði, sum spurdi meg, um eg vildi vera ein av fleiri deknum. Eg bað um umhugsunnartíð. Ringdi aftur og segði ja. Eftir hesi nýggju fyriskipan vóru tríggjar kvinnur og ein maður deknar. Skipanin við fleiri deknum riggar væl, nú rotera vit og tað ger, at vit ikki eru so bundin. Eg havi vant meg við at standa fram fyri kirkjufólkinum og tað gongur væl í dag, hóast tað var eitt sindur løgið í fyrstuni. Tað tók eisini eitt sindur av tíð at læra mannagongdirnar í kirkjuni, tað er felags fyri øll, sum byrja sum kirkjutænarar. Men skjótt er at koma á lagið og eg ætli mær at halda fram sum kirkjutænari, sigur Elsebeth Viðoy Simonsen.

 -Eg eri til dagligt leiðari fyri dagtilhaldið fyri minnisveik á Vestursstovu í Fuglafirði. Tað er ellisheimin. Í 2007 fór eg til Suðuroyar á Heilsuskúlan og tað broytti mína starvsleið og eg trívist, sigur hon.

Maðurin er viðoyingur og eitur Jens Christian Simonsen, tey eiga fýra børn, tríggjar døtur og ein son.

"Viðmerkingar kunnu sendast til Jústinus Leivsson Eidesgaard á telefon 22 31 43 ella í T-posti: justinus(at)olivant.fo”.