Skriva út

Eljón Simonsen

Eljón Simonsen
klokkari
Viðareiði

Eftir Jústinus Leivsson Eidesgaard

Eljón Simonsen av Viðareiði hevur verið klokkari í Viðareiðis kirkju fyri mongum árum síðani. Hann er føddur 1 desemner 1944.

 -Eg var klokkari í sjeytiárunum í farnu øld, tá íð elduvíkingurin Salemon Joensen var prestur í Ónagerði og eg var klokkari í nøkur ár. Beiggi mín Hjørleif Simonsen var klokkari áðrenn og eg var eykaklokkari. Beiggi mín fór burtur og eg tók yvir. Eftir meg kom Alen Viderø og hann doyði í 1984. Eg havi siglt nokk so nógv við fiskiskipum og havi eisini verið heima í periodum, sigur Eljón Simonsen.

 -Mær dámdi væl at vera klokkari. Tað var eitt ábyrgdarfult starv og tú skuldi vera har, tá boð vóru eftir tær. Tá íð eg var klokkari, varð bara ringt einaferð og tað var, tá man fór í kirkju. Frammanundan hevði eisini verið ringt um morgunin.

 -Lívið hjá mær er sum hjá øllum øðrum. Tá íð vit eldast, ásanna vit, at tíðin gongur ógvuliga skjótt. Og hetta leggja vit als ikki til merkis, tá ið vit eru ung. Eg fáist við tað jarðiska. Eg havi 14 seyðir og so havi eg eisini ein høsnagarð, sum eg havi stóra gleði av. At fáast við kríatúr er gott tíðsfordrív, sigur hann.

 -Eg havi eisini stóra gleði av guds náttúru og dámar sera væl at ganga í fjøllunum. Og eg havi stóra gleði av svimjihylinum í Klaksvík. Eg svimji 3-4 ferðir um vikuna.

"Viðmerkingar kunnu sendast til Jústinus Leivsson Eidesgaard á tel. 22 31 43 ella í T-posti: justinus(at)olivant.fo”