Skriva út

Eli Poulsen

Eli Poulsen
deknur
Sumba
Eftir Jústinus Leivsson Eidesgaard

Tað eru ikki nógv fólk í dag, sum eru fødd í Vikabyrgi og sum eru á lívi. Eli Poulsen, deknur í Sumba, er ein av teimum. Hann varð borin í heim í Víkabyrgi beint fyri jól í 1939 ella nærri dagsett 22 desember.

-Eg minnist 40 fólk í Víkabyrgi. Man vaks upp millum vaksin fólk og gjørdist næstan hálvbýttur av tí. Eg var mest sum einsamallur, vit vóru tvey børn undir krígnum. Og tú kann ætla, at vit blivu forkelaði.

-Eg læs fyrstu ferð í kirkjuni 1. November 1975 og 1. November 2015 læs eg fyri seinastu ferð. Tá hevði eg verið deknur í 40 ár. Eg havi ikki verið 40 ár út í eitt. Sum yngri var eg til skips og læs, tá ið eg var heima. Um aldarskiftið legðist eg uppi og síðan tá havi eg verið út í eitt.

-Eg havi eisini verið forsangari, tá ið ongin organistur hevur verið. Eg eri kvøðari og tað fall mær natúrligt at syngja fyri. Her hava verið nógvar góðar løtur og mangar tungar løtur í kirkjuni.

-Fyrstu tíðina var eg deknur saman við Hans Jacob Nielsen, bónda við Kvíggjará. Hann var gubbi mín.

-Sumbingar hava verið raskir at gingið í kirkju, men fólkið í bygdini er minkað nógv. Ein eldri maður fortaldi fyri mær nú ein dagin, at tá ið hann var ungur, slapp hann at sita uttast í teirra stóli og tað var ikki meira enn tað var pláss. Í dag er hann einsamallur í stólinum.

Konan Bergtóra er higani úr bygdini. Vit hava fingið trý børn, átta barnabørn og 10 langbarnabørn.