Skriva út

Eli Joensen

Eli Joensen
klokkari
Hoyvíkar kirkja

Eftir Jústinus Leivsson Eidesgaard

Um tað ber til at hava kirkjutænarablóð í æðrunum, rennur hetta í æðrunum á tí eina klokkaranum í Hoyvíkar kirkju, Eli Joensen. Bæði pápin og abbi í beinari linju vóru kirkjutænarar.

Eli er ættaður av Kjalnesi í Kollafirði og hevur røtur í Kvívík eisini. Hann er føddur 19. januar 1975.
 
Eg havi verið klokkari í Hoyvíkar kirkju síðan august 2016. Eg avloysti Petur Dahl, sum fór frá vegna aldur. Eg havi altíð verið góður við kirkjuna og kundi tí ikki siga nei, tá ið eg varð biðin, eg gekk jú í kirkju allíkavæl. Eg havi altíð gingið í kirkju, sigur Eli Joensen.

-Í okkara familju hevur seyður stóran týdning og eg eri uppvaksin við seyðu. Pápi mín hevur verið røktingarmaður í Ognarhaganum í Kvívík í mong ár.

Mamma er slektað úr Kvívík og abbi mín á Kjalnesi í Kollafirði, Tummas á Kjalnesi, var umframt seyðaráðgevi eisini ógvuliga áhugaður í seyðabrúki. Eg plagi at hjálpa pápa við seyðinum, sigur hann.

Tað er ikki bara mamman, sum er ættað úr Kvívík. Báðir abbarnir og báðar ommurnar eru eisini úr Kvívík.

-Eg flutti aftur til Føroyar og til Hoyvíkar í 2013. Tá hevði eg verið niðri og lisið og arbeitt í tíggju ár. Eg eri elektroverkfrøðingur.

 Eg arbeiði í dag sum ráðgevandi verkfrøðingur hjá SMJ, tað er fyritøkan sum Sofus Jacobsen stovnaði.

Eli býr saman við Gunnhild Helmsdal og í teirra familju eru fimm børn, tveir dreingir og tríggjar gentir.
 
"Viðmerkingar kunnu sendast til Jústinus Leivsson Eidesgaard á tel. 22 31 43 ella í T-posti: justinus(at)olivant.fo”