Skriva út

Eivind Sandur Johannesen

Eivind Sandur Johannesen
klokkari
Sandavágur

Eftir Jústinus Leivsson Eidesgaard

At vera klokkari er vanligt hjá teimum á Mýruni í Sandavági og Eivind Johannesen er klokkari, sum so nógvir framman undan honum hava verið.

-Jóannes, ommubeiggi mín var klokkari í ein mansaldur. Klokkarastarvðið hevur altið verið á Mýruni. Tá ið Louis, sonur Jóannes ikki orkaði meira sum flokkari, varð eg biðin sum avloysari. Eg var avloysari hjá Louis í eina tíð og síðan segði Louis seg frá og eg var einsamallur í nøkur ár. Tað var nú ikki so grúuligt at vera einsamallur klokkari. Men tað kom í skrambulasju við mítt arbeiði. Eg hevði lastbil, sum eg sjálvur átti og onkuntíð mátti eg biðja um avloysarasjaffør, tí eg skuldi ringja. Og tað var reint hall. Eg havi fingið mangan karmin sum klokkari í Sandavági. Fyrr skuldi man ringja klokkan 9, 11 og á middegi, sigur Eivind Sandur Johannesen.

-Seinni gjørdust umstøðurnar betri. Fyrst kom Knut Joensen sum hjálparklokkari og síðan Dánjal Petur. Tá íð Knút doyði, avloysti Heðin Samuelsen hann og tá eg segði meg frá sum 70 ára gamal, kom Jógvan Olsen og avloysti meg. Eg havi ongantíð fingist við at trýsta á knøttar sum klokkari, bara upp á gamla máta. Eg trekti meg, fyri at yngri skuldi sleppa framat, tá hevði eg verið klokkari í 25 ár.

-Eg og konan Paula, sum var ættað út Sørvági fingu fýra gentir og tey hava givið okkum 13 barnabørn. Paula gjørdist tíverri sjúk av krabbameini og doyði í november fyri fýra árum síðan. Tað var ein ordans smekkur. Hon misti megina, orkaði ikki at ganga. Varð kannað og talan var um galoperandi kreft. Eftir stutta sjúkralegu sat eg á Ríkissjúkrahúsinum við eini deyðari konu. Tað var tungt at ringja til døturnar, tá hon var slóknað.

"Viðmerkingar kunnu sendast til Jústinus Leivsson Eidesgaard á telefon 22 31 43 ella í T-posti: justinus(at)olivant.fo”.