Skriva út

Eigil Magnussen

Eigil Magnussen
klokkari
Miðvágur

Eftir Jústinus Leivsson Eidesgaard

Eigil hevur verið klokkari í Miðvágs kirkju síðan aldarskiftið. Hann er føddur 6 februar 1958.

 -Vit vóru tríggir klokkarar, sum byrjaðu samstundis. Áðrenn tað hevði Arendal verið einsamallur klokkari í eitt mannaminni. Eg hevði onki at spekulera uppá, tá ið eg varð spurdur. Vit eru kirkjufólk. Tað fellur mær lætt at fara í kirkjuna og mær dámar at vera klokkari.

 -Eg sigli við einum norskum trolara og tá eg eri burtur ringir sonurin fyri meg. Eg eri maskinmeistari. Eg lærdi hjá J&K Joensen. Tann smiðjan hevur klækt nógvar smiðir og maskinmeistarar. Eg hevði ein dreym um at gerast radiomekanikari, men tann ætlanin datt niður fyri og so fann eg útav, at mær dámdi at vera smiður og so gjørdist tað hugaligt, sigur Eigil Magnussen.

 -Føroya fólk gongur lítið í kirkju, haldi eg. Kirkjan fær kapping. Fólk fara seint í song, tí so nógv er at velja í millum. Eg haldi at kirkjugangararnir fækkast og tað er serliga millum tey ungu, sum mangla. Ítrótturin er ein stór kapping, serliga um summarið.

 Eigil er giftur við Jóngerð og hon er úr Hesti. Tey eiga trý børn, tveir dreingir og eina dóttur og ongi barnabørn eru komin enn.

 Eigil hevur virkin í at gera hotellið í stand seinasta árið, tá hann hevur verið heima. Tað er systir hansara, Marit, sum eigur og rekur hotellið í Miðvági.

"Viðmerkingar kunnu sendast til Jústinus Leivsson Eidesgaard á tel. 22 31 43 ella í T-posti: justinus(at)olivant.fo”.