Skriva út

Ebbe Rasmussen

Ebbe Rasmussen
deknur
Hestur
Eftir Jústinus Leivsson Eidesgaard

Ebbe Rasmussen er koltursmaður, hevur alt sítt vaksna lív búð í Hesti og býr, nú lívið er farið at halla, í einum sambýli Oman Mattalág í Havn. Ebbe er føddur triðja februar 1932 í Hósvík.

-Mamma, sum var úr Koltri, átti tvær systrar, sum búðu í Hósvík. Mamma gjørdist við barn í Havn og fór til Hósvíkar at eiga. Seinni fluttu vit heim til ommu og abba í Koltri og har vaks eg upp, sigur Ebbe Rasmussen. Ein mynd hongur inni á kamarinum hjá Ebba av ommuni og abbanum í Koltri, sum hann er ógvuliga takksamur fyri.

-Har var trygt og gott at vaksa upp hjá ommu og abba í Koltri, sigur hann smílandi. Eg minnist, at 24 fólk búðu fast í Koltri. Eg eri ógvuliga fegin um mín uppvøkstur. Mamma og pápi livdu ongantíð saman, sigur hann.

-Sum 15 ára gamal hendi ein broyting í mínum lívi. Mamma giftist við Sjúrða Zachariasen úr Hesti og flutti suður í Hest. Eg arbeiddi í Havn tá. Mamma og nýggi maðurin høvdu tað gott saman og eg fekk eitt trygt heim Norðanfyri Garð í Hesti. Men eg longist illa vestur til Kolturs og var ofta har. Eg fekk ongin systkin og giftist inn hjá foreldrunum í Hesti, sigur hann.

Ebbe fór til sjós sum flest aðrir og var eitt langt lív á sjónum við føroyskum sluppum. Og hann hevur verið ein íðin útróðrarmaður í mong Harrans ár. Áhugin fyri útróðri livir enn og sonurin Sverri, hevur eisini arvað hendan hugin. Hjá Ebba var tað soleiðis, at tá ið hann ikki var til skips, so róði hann út.

-Kona mín Ata, var úr Hesti og mamma hennara úr Sandavági. Tað er nógvur slektskapur millum Sandavág og Hest. Eitt nú vóru trý systkin úr Hesti gift í Sandavági, tvær systrar og ein beiggi. Vit fingu trý børn, tvær døtur og ein son og nú eru trý barnabørn og eitt langbarnabarn.

-Eg eri onkuntíð í Hesti. Nú stundar til jóla og eg rokni við, at eg fari at halda jól í Sandavági hjá dóttrini, sum er gift har. Eg haldi, at lívð er gott, eisini nú eg eri vorðin gamal, sigur hann.