Skriva út

Dánjal Viðoy

Dánjal Viðoy
klokkari
Viðareiði

Eftir Jústinus Leivsson Eidesgaard

Dánjal Viðoy situr á Norðoya Røktarheimi, hann hevur fingið en skaða í heilan á gamalsaldri og kann ikki klára seg sjálvan. Men Dánjal er eisini annað enn tað. Hann er ein maður, sum hevur livað eitt langt og virkið arbeiðslív, eigur familju og vinir. Dánjal er føddur 8. juli 1939. Tað er dótturin Elsebeth, sum svarar teimum spurningum, sum pápin ikki fær svarað.

 -Pápin var ein virkin maður, tá hann var í góðum árum. Hann var sjómaður. Hann var ofta í Settorvuni eftir lunda um summarið og treivst ógvuliga væl sum bjargamaður. Hann var fjallmaður í Villingardali. Jógvan í Innistovu og hann vóru javngamlir og vinmenn, teir høvdu nógv saman, sigur Elsebeth Viðoy Simonsen.

 -Mamma eitur Maria. Hon er dóttir Óla bónda í Gerðum í Norðurstovu. Vit eru fýra systkin, tvey av hvørjum og tað eru vit systrarnar, sum búgva á Viðareiði. Pápi eigur 12 barnabørn og eisini langbarnabørn, sigur hon

 -Pápi sigldi alt arbeiðslívið. Hann var í mong Harrans ár við línubátinum Jákup B og hevur eisini verið við trolbáti, sigur hon. 

 -Pápi var ógvuliga kirkjuligur og arbeiðssamur. Hann gekk nógv uppí klokkarastarvið. Og sunnudag hevði hann frí frá øllum arbeiði. Hann fekst við seyð og fittur til hendurnar. Gjørdi fleiri borðabátar og gekk í kvøldskúla hjá Nikolinu Beder, prestakonu í Ónagerðir fyri at læra at loysa úr lagdi, sigur hon.

Seinastu árini hevur pápi búð á Røktarheimi, sigur hon.

"Viðmerkingar kunnu sendast til Jústinus Leivsson Eidesgaard á telefon 22 31 43 ella í T-posti: justinus(at)olivant.fo”.