Skriva út

Dánjal Petur Olsen

Dánjal Petur Olsen
deknur
Hósvík

Eftir Jústinus Leivsson Eidesgaard

Fyrr var tað heilt vanligt at kirkjutænarar høvdu drúgvan starvsaldur í kirkjuni. Í dag er útskiftingin størri, men tað eru nøkur, sum hava verið leingi i tænastu og Dánjal Petur Olsen úr Hósvík er ein av teimum. Tað eru 37 ár síðan hann fyrstu ferð fór upp í tornið sum klokkari sum 20 ára gamal og síðan tá hevur hann bæði verið klokkari og deknur. Hann er føddur 24. november 1958.

-Eg byrjaði fyrsta sunnudag í august í 1979 í Hósvíkar Kirkju, tá var eg klokkari. Í 1985 varð eg biðin um at vera deknur og eg havi verið síðani. Í dag er deknastarvið vorðið ein vani, men treyðugt so, eg hugsði altíð leygardagar um tænastuna, um eg skal vera deknur sunnudag. Tað liggur líkasum undir húðini.

-Teir gomlu lestrarnar havi eg verið ofta í gjøgnum. Teir nýggjaru kenni eg ikki so væl . Tað finnast nógvir ótrúliga góðir lestrar.

-Onkuntíð spyrji eg meg, hvørja framtíð kirkjan hevur. Tað henda nógvar broytingar í samfelagnum og siðirnir broytast. Í Hósvík hevur deknagudstænastan gott kjølfesti í fólkinum. Leikmannagudstænastan hevur týdning og kirkjan hevur sínar grasrøtur í fólkinum. Her eru ongar samkomur, hetta er ein rein kirkjubygd.

Dánjal Petur Olsen hevur verið bankamaður alt lívið og hevur arbeitt í Eik. Nú er hann givin og arbeiðir sum goymslumaður hjá J&K Petersen. Hann býr í Hósvík, er giftur við Jusit, tey eiga tvær døtur sum eru níggju og ellivu ára gamlar.

-Tænastan í kirkjuni hevur altíð verið eitt kall fyri meg, tað er ein æra, at tað er brúk fyri mær og eg eri eyðmjúkur  yvir álitið, sigur hann.

"Viðmerkingar kunnu sendast til Jústinus Leivsson Eidesgaard á tel. 22 31 43 ella í T-posti: justinus(at)olivant.fo”