Skriva út

Dánjal Pauli Dalbø

Dánjal Pauli Dalbø
deknur
Gøta
Eftir Jústinus Leivsson Eidesgaard

Dánjal Pauli Dalbø er gøtumaður og hann er kendur av kirkjufólki, tí í samfull 43 ár hevur hann verið deknur í báðum kirkjunum. Hann er føddur undan jólum ella nærri 11 desember 1930.
-Eg var 41 ára gamal, tá ið eg fyrstu ferð stóð á kórsgáttini. Eg sat í kirkjuráðnum tá og Petur Eli Mikkelsen gavst sum deknur. Vit fundaðust um, hvør skuldi avloysa. Vit tonktu upp á ymiskar, men tað lá ikki fyri. Eg byrjaði at lesa mikukvøld í føstu. Hetta var 17 februar 1972. Tað var byrjanin og eg varð hangandi, sigur Dánjal Pauli á Dalbø.

-Eg visti, at eg dugdi at lesa, tað visti eg frá skúlanum og tað gekk væl fyrstu ferð eg læs lestur. Áðrenn Petur Eli, hevði Jákup Simonsen verið deknur og tey fyrstu 21 árini var eg einsamallur deknur. Mær dámdi tað sera væl. Julia Lamhauge gjørdist deknur í 1993 og síðan ein aftur at, sigur hann.

-Kirkjuni er lív lagað. Man skal ansa eftir, at alt ikki gerst ov verðsligt. Tað eru eitt nú ikki allar konsertir, sum hoyra heima í eini kirkju. Eg eri ógvuliga glaður fyri okkara nýggju kirkju, hon gevur okkum nógvar fyrimunir.

-Eg havi verið deknur hjá nógvum prestum og longst hjá Torkil Beder. Nú er ongin munur á deknastarvinum, um prestur er ella ikki. Fyrr var stórur munur og tað eru so nógv fleiri kirkjuligar handlingar í dag, í mun til tá ið eg byrjaði

-Eg var heimamaður. Sjólívið var ikki nakað fyri meg. Tað einasta eg havi verið til sjós eru tveir mánar umborð á Jupiter. Men onnur ávirkaðu eisini. Pápi doyði, tá ið hann var 50 ára gamal og eg átti seks systrar og var einsamallur beiggi og mamma vildi ikki, at eg fór til skips. Men ætlaði mær at fara til skips, men so fekk eg lærupláss hjá einum timburmeistara. Seinni arbeiddi eg 23 ár á Tøtingarvirkinum í Syðrugøtu og fór síðan at arbeiða á Landsverk, har var eg í 16 ár og tá var ikki nógv eftir av arbeiðslívinum. Alli á Skipanesi var formaður og hann var lagaligur og lovaði mær frá, hvørja ferð boð vóru eftir mær í kirkjuni

-Eg smíðaði heilt til eg var 79 ára gamal. Eg havi havt góða heilsu heilt til nú.