Skriva út

Dánjal Johan Lisberg

Dánjal Johan Lisberg
deknur
Sumba
Eftir Jústinus Leivsson Eidesgaard

Dánjal Johan hevur verið deknur í Sumba í mong harrans ár. Hann er virkin í kirkjuni, eisini í dag. Hann er kirkjuráðsformaður. Dánjal Johan er føddur 2 oktober 1948.

-Hvussu bar tað til, at eg varð deknur. Tað var í september 1984, ein sunnudag, at avgerðin varð tikin. Eg var heima tá og gekk sum vant í kirkju. Hendan dagin hitti eg 40 fólk, sum vóru á veg úr kirkjuni, hóast tað var kirkjutíð. Eg spurdi hvat feilti og fekk at vita, at deknurin hevði forfall. Eg róði út um hetta mundi og hugsaði, at hetta fór ikki at bera til. Eg bjóðaði meg fram sum dekn og havi verið síðan.

-Eg havi verið nakað frá vegna sjúku. Eg fekk krabbamein, men eg eri frískur í dag og er merktur av sjúkuni.

-Eg sigldi sum ungur í fýra ár, men so kom konan Emma inn í myndina. Hon er donsk og tænti hjá Óla og Elsu Holm í Vági. Vit møttust á Jóansøku 1974 og tað blivu vit. Vit eiga tvær døtur og fýra barnabørn. Døturnar búgva í Danmark og í Sveits.

-Eg lúrdi uppá at fáa eitt grundstykki í Vági, men fekk einki. Vit eru átta systkin og vit búgva tætt saman her í Sumba. Elsti beiggi mín er deyður.

-Eg fór til skips sum aðrir ungir dreingir í Sumba. Fyrsta túrin við Akraborg í 1964, fór á skúla í 1972 og út at sigla í 1974. Eg var við Nýborg frá 1977 og fram til 1981. Í 1981 fór eg at rógva út.
Sumbingar keyptu Leithamar úr Vestmanna og eg var við hesum báti í 10 ár. Síðan havi eg arbeitt á fiskavirki.

-Kirkjan hevur stóran týdning og hon fevnir ikki bara um gudstænastu. Eg havi verið við til at tikið móti 80 líkum í míni tíð sum deknur.