Skriva út

Dánjal Jákup Joensen

Dánjal Jákup Joensen
klokkari
Skála
Eftir Jústinus Leivsson Eidesgaard

Dánjal Jákup er ein gjáarmaður á Skála. Hann er sonur Almu og Sjúrð Joensen, bæði eru ættaði úr Gjógv og hann er einabarn. Hann er eitt kent andlit í Eysturoynni, og serliga tí, at hann í samfull 43 ár hevur arbeitt við at asfaltera hvønn vegastubba í oynni. Hann er eisini klokkari á Skála. 

    -Gamli klokkarin á Skála, Hans Weihe var beiggi til verpápa mín og tað er gjøgnum hann, at eg eri biðin sum klokkari. Eg tók við í 1985. Kanska var eg eitt sindur smæðin í fyrstuni, dugdi ikki ordliga við hesum at sita inni í kór. Eg helt til á loftinum, tær fyrstu ferðirnar eg ringdi, men so kom dirvið og eg fór inn í kór at sita undir gudstænastuni, sigur Dánjal Jákup Joensen. 

    -Eg havi eisini sitið í kirkjuráðnum í samfull 20 ár frá 1989 og fram til 2009 og tá helt eg, at tíðin var komin, har eg skuldi gevast. Sum heilsan er í løtuni, havi eg hug at halda fram. Eg eri 75 ára gamal. Eg eri í kirkju allíkavæl og so kann eg akkurát tað sama ringja, sigur hann.

Dánjal Jákup er uppvaksin við Gjógv tey fyrstu árini. Hann var átta ára gamal, tá ið foreldrini fluttu í Funningsfjørð. Pápin hevði fingið starv sum lærari í Funningsfirði og í Elduvík. 

    -Vit vóru fimm dreingir í Funningsfirði, sum vóru javngamlir og har var nógv spæl og eitt spennandi stað at vaksa um. Har var fjøruslætt. Pápi gekk í millum Funningsfjørð og Elduvík, hann fóru um Múlan á leið har sum vegurin í dag liggur. Pápi var lærari í Funningsfirði frá 1947 og fram til 1965, tá hann tók við lærarastarvi úti á Glyvrum. Foreldrini búsettust har. 

    -Eg fór til skips, var í 1954 og 55 við snøri. Hugurin var har, men mín lívsleið kom at liggja á landi. Í 1957 keypti eg ein lastbil og eg minnist at fyrsta lastin var torv, sum varð koyrt oman av Sundsvegnum og oman í Jónas Broncks gøtu 10, sigur hann. 

    -Eg kom at fáast við lastbilar. Vit høvdu lastbil í Funningsfirði. Eg fekk starv hjá landsverk. Í 1960 var vegurin millum Funningsfjørð og Skálabotn opin og nú var koyrandi og eg møtti Jacobinu á Skála, vit giftust. Okkara sonur Sjúrður er føddur í 1962. 

    -Fyrsta vegastrekkið, sum varð asfalterað í Eysturoynni, var frá Tjørnunesi innan fyri Skipanes og inn móti Skálabotni. Áðrenn vóru bara holutir eyrvegir. Í 1979 var heilsan hjá formanninum fyri vegaarbeiði í Eysturoynni, John á Berjarheygnum á Skála farin at bila, og eg avloysti hann sum formann. Í hesum starvi varð eg sitandi til 2010 og nú eri eg pensionistur, sigur hann.