Skriva út

Bjørg á Rógvi

Bjørg á Rógvi
deknur
Vestmanna

Eftir Jústinus Leivsson Eidesgaard

Hon er úr Funningi og hevur seinastu 30 árini búð í Vestmanna og verið ein partur av samfelagnum har. Talan er um Bjørg á Rógvi, sum er gift við Leivur á Rógvi og sum flutti til Vestmanna í 1986. Hon er fødd 29. januar 1962. Bjørg er deknur í Vestmanna kirkju. Pápi hennara Andor Sivertsen, ættaður úr Gjógv, var lærari í Funningi alla sína tíð og hann var eisini organistur í kirkjuni. Bjørg er uppvaksin í skúlanum í Funningi, har lærarin búði uppi á loftinum. Hon var vaksin, áðrenn foreldrini bygdu í Funningi. 

    -Eg var altíð við babba í kirkjuni og gjørdist góð við kirkjuna frá barnsbeini av. Kirkjan er sum ein mamma fyri meg, bara at vita, at hon er har er gott fyri meg. Mær dámar so væl friðin í kirkjuni og hóast tað, so segði eg nei, fyrstu ferð eg var biðin til kirkjutænara. Orsøkin var einføld, eg tordi ikki. Tá ið eg varð biðin aðru ferð segði eg ja. Tað var næstan eitt olmussujáttilsi. Tá hevði lívið pressað meg og dóttirin var sjúk. Eg var øgiliga bangin, fyrstu ferð eg skuldi lesa lestur, men nú er óttin burtur. Ì dag slappi eg av í kirkjuni, sigur Bjørg á Rógvi. 

    -Eg eri bankaútbúgvin og havi arbeitt í banka síðan 1984 og eg eri altíð í sving við okkurt. Eg syngi í kirkjukórinum og tað er ein góður máti at hvíla seg. Onkuntíð verður sagt,at kirkjugongdin er for stirvin. Ikki fyri meg, eg havi brúk fyri friðinum í kirkjuni. Og tað hevur eisini týdning fyri meg at vera reinsað innan. Tað geri eg eitt nú við at svimja á sjónum. Tað er fantastiskt, tú verður snøgt sagt vaskað innan í frá. 

    -Sum kvinna eri eg vend úteftir. Tað var ikki ringt fyri meg at flyta til Vestmanna. Eg varð ógvuliga væl móttikin og bleiv beinanvegin bjóðað í bindiklubba, har eri eg enn. Vit hava trivist í Vestmanna og eisini okkara trý børn. Tey eru vaksin í dag, tvær gentur og ein sonur.

"Viðmerkingar kunnu sendast til Jústinus Leivsson Eidesgaard á tel. 22 31 43 ella í T-posti: justinus(at)olivant.fo”.