Skriva út

Bjarti Petersen Joensen

Bjarti Petersen Joensen
organistur
Húsar
Eftir Jústinus Leivsson Eidesgaard

Bjarti Petersen Joensen spælir urgu til gudstænastur í Húsa kirkju og hann hevur eins og øll fólk eina serliga søgu. Hann er seinasta barnið, sum er føddur í Svínoy. Hetta hendi tann fjórða september 1958. Eftir tað blivu øll børn í Svínoy fødd á Klaksvíkar Sjúkrahúsi ella aðrastaðni.

-Hetta árið vóru fýra dreingir føddir í bygdini. Nú eru ongi børn í Svínoy og eg havi framvegis samband við heimabygdina, sigur Bjarti Petersen Joensen.

-Eg fór til Havnar at ganga í framhaldsdeild og tá fór eg at læra meg at spæla orgul. Eg gekk til orgulundirvísing hjá Miu Waagstein í tríggjar vetrar og lærdi at spæla eftir nótum. Eg havi spælt mest á Húsum, men eisini í Mikladali og onkuntíð í Svínoy.

Bjarni er smiður og maskinmeistari og hann hevur arbeitt við maskinum í mong ár. Nú koyrir hann buss.

-Eg fór í smiðjulæru á Skipasmiðjuni í Havn. Og síðan á maskinmeistaraskúlan. Tá íð farið var undir at gera tunnlarnar í Kalsoynni, fekk eg starv í smiðuni og eg var eisini við, tá íð kunoyartunnilin varð boraður og framvegis sum smiðumaður.

-Síðan havi eg havt við viðlíkahaldið av landsvegunum í Kalsoynni at gera og eg koyri eisini buss. Eg koyri fyri Askham bussar. Eg fari aftur at koyra um eina løtu. Eg koyri oynna á tamb sjey ferðir um dagin.

Bjarti er giftur við Doru og hon er ættað úr Vági. Tey eiga trý børn og fimm barnabørn.

-Eg møtti konuni í Havn og hon vildi sjálv búgva á Húsum. Hon skuldi als ikki yvirtalast, sigur Bjarti.