Skriva út

Bjarni Skorastein

Bjarni Skorastein
klokkari
Leirvík

Eftir Jústinus Leivsson Eidesgaard

Skorasteinur í Leirvík er til, men hann sæst ikki. Hann liggur heilur í bryggjuni, sum Leirvíks Jóannes ella Jóannes Johansen bygdi fyri mongum árum síðani. Og hann eitur Skorasteinum, tí hann fekk navnið av at menn settu bátar móti hesum steini og skoru hinumegin. Og hetta hevur einki við eina skor í fjøllunum at gera, soleiðis sum sinnið hugsar, fyrstu ferð tú hoyrir eftirnavnið.

Og Skorasteinur kom í Leirvík av eftirnavninum Joensen, tí her vóru so nógv sum itu Joensen, at postur kom í bland og tí fingu forfedrarnir hjá Bjarna Skorastein sær nýtt eftirnavn og tað gjørdu mangir aðrir leirvíkingar, sum høvdu fingið eftirnavnið Joensen í dópsgávu.

Meðan tað ikki var tilfeldugt, at Bjarni fekk eftirnavnið Skorastein, var tað meira tilfeldugt, at hann gjørdist klokkari í Leirvíkar kirkju. Guliklettur í Leirvík gekk burtur við land í Íslandi í 1992 og Tummas Justinussen sjólátst, sum einasti maður av fýra. Tummas var klokkari og tí mátti finnast ein nýggjur og Óli bóndi, Óli Olsen, sáli fór til Bjarna og spurdi hann.  Óli fór beint til sakina og forkláraði uttan nakað uttanumtos, hví hann vildi hava Bjarna sum klokkara.

-Hann segði við meg, tú er í kirkju allíkavæl hvønn sunnudag og tí kann tú tað sama vera klokkari. Eg svaraði ikki ja beinanvegin. 14 dagar seinni tók eg avgerð og játtaði, og nú havi eg verið klokkari í 23 ár.

-Eg var eitt sindur ivingarsamur í fyrstuni, var bangin fyri ikki at gera tingini røtt, eitt nú tá ið barnadópur var. Fyrr gingu tey so nógv uppí, at alt skuldi vera soleiðis sum tað altíð hevði verið og eg mátti ansa eftir, at eg ikki broytti rútmuna. Nú er alt leysari, sigur Bjarni Skorastein.

-Einaferð kom tað fyri, at eg forsvav meg til ringingina klokkan níggju. Tá ið eg kom í kirkju, spurdu fólk meg, sum eg hevði forsovið meg. Tey fylgja betri við, enn mann trýr. Fyrr ringdu vit klokkan 9, klokkan 10:30 og klokkan 12. Nú er tað broytt, vit fara fyrri í kirkju og ringja klokkan 9,10 og 11.

Bjarni hevur verið heimamaður og arbeitt hjá SEV í 38 ár, har av 28 ár sum linjumaður. Hann er málari av útbúgving og seinastu tíggju árini hevur hann málað á orkuverkinum á Sundi.

-Tað var eitt fantastiskt arbeiði at vera linjumaður, frískligt og stórsligið at arbeiða millum fjøll, sigur hann

Bjarni er giftur við Mariu úr Funningi. Tey eiga trý børn, tvær gentur og ein drong og tey eru sjálvsagt vaksin í dag.

Í frítíðini tekst Bjarni við kórsang. Hann hevur verið í 28 ár sangari í Eystanljóð.  Tað er sálarbót at syngja og tað lættir sinnið, sigur hann.

"Viðmerkingar kunnu sendast til Jústinus Leivsson Eidesgaard á tel. 22 31 43 ella í T-posti: justinus(at)olivant.fo”