Skriva út

Bergur Viderø

Bergur Viderø
klokkari
Viðareiði

Eftir Jústinus Leivsson Eidesgaard

Bergur Viderø er ættaðu av Sandi og giftist til Viðareiðis. Eftirnavnið, sum hann hevði við sær av Sandi, hóskaði væl inn í umhvørvið á Viðareiði. Bergur flutti til Viðareiðis í 2003. Bergur er føddur 26. november 1966.

 -Eg eri landmátari og arbeiði hjá Landsbyggifelagnum, ella LBF, sum tað vanliga verður stytt niður til.  Kona mín eitur Ansa og er av Viðareiði. Tey fyrstu árini búðu vit í Havn og tá vit høvdu fingið eina dóttir, fór konan at leingast norður aftur til heimbygdina. Eg hevði heldur einki í móti at flyta. Vit hava bygt á Grømma og her trívast vit væl. Í dag arbeiði eg sum landmátari út frá Viðareiði. Eg havi ikki so nógv samband við Sandoynna longur, sigur Bergur Viderø.

 -Eg havi verið klokkari í nøkur ár og enntá í tveimum umførum.  Vit eru tríggir klokkarar, sum skiftast, ein mána í senn. Vit skiftast eisini um høgtíðirnar. Klokkan er manuel og ringt verður tríggjar ferðir hvønn sunnudag í árinum, klokkan 10,11 og 12 um veturin og klokkan 9,10 og 11 um summarið, sigur hann.

 -Eg varð biðin um at vera fyribilsklokkari, men tað bleiv permanent. Mær dámar væl at geva mítt íkast og so kemur man eisini í kirkju, tá man er klokkari, sigur hann.

 -Ein sunnudagur við kirkjugongd er ein góður sunnudagur fyri meg, sigur hann.

"Viðmerkingar kunnu sendast til Jústinus Leivsson Eidesgaard á telefon 22 31 43 ella í T-posti: justinus(at)olivant.fo”.