Skriva út

Bergun Kass

Bergun Kass
deknur
Hoyvíkar kirkja
Eftir Jústinus Leivsson Eidesgaard

Bergun hevur verið deknur í Hoyvíkar kirkju seinastu trý árini og vit skriva 2015, nú hesar reglur vera skrivaðar. Bergun er ættað av Strondum, og býr í Hoyvík, her hon hevur búð síðan 1994. Hon er fødd tann 7 august 1959. 

    -Eg var beærað, tá ið eg varð biðin til dekn. Eg hevði als ikki gjørt mær tankar, hvørki um at gerast deknur og heldur ikki um sjálvt starvið og eg má viðganga, at tað var ein avbjóðing at stíga fram. Eg havi gingið í kirkju alla mína tíð, øll míni barna og ungdómsár. Kirkjan var ikki fremmand fyri meg. Eg tók av starvinum og nú lesi eg einaferð um mánaðin og skiftist við hinar deknarnar. 

    -Hoyvíkar kirkja er full av tilflytarum. Tað er áhugavert at síggja hvussu fólk flokkast, hvør hoyrir saman, hvør er í familju við hvønn. Tað er eisini áhugavert at fylgja við hvussu familjurnar broytast. So er tað hjúnarskilnaður og tað sæst eisini á kirkjubenkrumum. Fólk fara ígjøgnum kreppur og stórhendingar og tað er gott at vera við teimum í hendingunum, sum lívið bjóðar. Og serliga stuttligt er tað at luttaka í gleðini hjá fólki. Eitt nú at eygleiða hvussu rørd fólk blíva, tá ið tey verða uppkallaði í barnadópi.

Bergun er gift við Petur Joensen úr Vestmanna og tey eiga tvey børn. Bergun er ikki sloppin snikkaleys gjøgnum lívið . Hon er bankaútbúgvin og hevur starvast í mong ár í Eik banka og í Suðuroyar Sparikassa. Hon hevur eisini verið á øðrum skrivstovum, og søkir í løtuni aftur í bankavinnuna. 

    -Eg varð løgd undir skurð fyri eina æðr í høvdinum, sum skuldi burtur. Men eg fekk bløðingar aftaná og gjørdist lamin í aðrari síðuni. Eg roknaði við, at tað fór at laga seg við venjing, men so varð ikki. Tað er ikki beinið sum nakað galið er við, tað er sambandið millum heilan og beinið, sum er skatt. Eg havi lært meg at liva við hesum og hugsi ikki so nógv um í dag, hvat eg ikki kann. Eg eri nøgd við mítt egna selskap og eg njóti at koma í kirkjuna tá ið ljósini eru tendraði og áðrenn fólkið er komið. Eg elski tann friðin, sigur Bergun Kass.