Skriva út

Benadiktus (Diktus) Olsen

Benadiktus (Diktus) Olsen
klokkari
Rituvík

Eftir Jústinus Leivsson Eidesgaard

Diktus í Rituvík hevur so stutt í kirkju, at hann næstan kann leypa tað í einum. Húsini standa beint við kirkjuna og hann hoyrir klokkuna túninum hvønn sunnumorgin og enntá tríggjar ferðir. Og Diktus, ella Benadiktus, sum rætta navnið er, hevur verið klokkari í mong ár. Hann er føddur 12 november 1939. Benadiktus er latinskt navn og merkir tann vælsignaði. Tú merkir, at Diktus er vælsignaður, tá ið tú prátar við hann, tú gerst róligur av hansara stilla sinni, sum allarhelst onkuntíð kann fara upp í topp

-Eg ringdi frá 1974 og heilt fram til vit fingu nýggju klokku í 1995. Klangurin í gomlu klokku var ikki nakað serligur, men hon ljóðaði líka frætt sum tann á Nesi, sigur Diktus mest sum við seg sjálvan, nú vit sita og práta inni í kirkjuni. Hann hevur verið úti í bønum í dag og rakað seyðalort. Seyðurin fer av bønum nú. Veltu hevur hann havt í nógv ár og væl fruktar í Rituvík. Ber veltan átta fold, verður væl latið at. Fremmandafólk hava verið og sett niður beint við kirkjuna. Tey vóru kvik. Loystu og settu niður undir 700 nýloyst fløg, uttan at nakar var burtur frá og kastaði sær á vatninum.

-Kjartan Højgaard og pápi mín, Jógvan á Teigunum vóru klokkarar um tað mund,i eg tók við. Eg ringdi fyrstu ferð til jarðarferðina hjá Dánjal Petur Højgaard. Hann var 97 ára gamal og sonur fyrsta niðursetumannin. Um hetta mundi arbeiddi eg sum handlangari í byggingini av høsnafarminum í Rituvík. Har vóru einar øgiligar hønur. Og hetta var eitt deiligt arbeiði, beint í túninum.

-Kjartan gjørdist sjúkur og eg avloysti hann. Hann doyði móti vári í 1976. Tá var eg eina korta tíð einsamallur.Tá kom Sørin Jacob fast sum klokkari og eg var aftur reservaklokkari. Maggi Olsen avloysti Sørin Jacob, tá ið hann legði frá sær vegna aldur og eg helt fram sum reservadeknur. Eg ringdi seinastu ferð í tólvta mána í 1995.

-Tað bar væl til hjá mær at vera sjómaður og deknur ta tíðina eg hevði skip. Eg fiskaði ikki sunnudag øll árini eg hevði skip og bát. Og eg tori at pástanda, at eg misti einki við ikki at fiska sunnudag. Tað var sunt fyri okkum, at hava ein dag frí um vikuna. Hesa tíðina kundi eg røkja klokkarastarvið eins væl og hin.

Søgan um gomlu klokkuna í kirkjuni í Rituvík, sum ongan serligan klang hevði, men sum ljóðaði líka frætt sum tann á Nesi er eitt sindur sjáldsom. Klokkan stavaði frá einum portogisiskum doriuskipið, sum var farið á land í Fiskifjørðinum í Grønlandi.

-Thorvald Hjelm, reiðari í Vági fekk klokkuna frá einum. Hon lá á einum neystalofti suðuri í Vági. Onkur her hjá okkum hevði frætt um hana. Eg haldi, at teir fingu hana fyri einki ella fyri lítið og lætt. Klokkan kom norður og Olivar Rasmussen, smiðjumeistari gjørdi arm og vekt á. Hetta var ein fyribilsloysn og hetta gjørdist ein drúgv fyribilsloysn, tað gingu fjøriti ár, áðrenn vit fingu nýggju klokkuna, sum nú klangar so vakurt yvir bygdina sunnumorgnar og høgtíðsdagar.

Diktus fór út á Nes at leita eftir konufólki.

-Tá ið tíðini gekk tað fyri seg soleiðis, at man fór við bili at preja og  eg fór út á Nes og har gekk Myrna. Vit eiga seks børn, tríggjar dreingir og tríggjar gentir. Tað er vorðið til 12 barnabørn. Tað hevur fruktað betri í hjúnarlagnum enn í veltuni og eplafruktin í Rituvík er góð, sigur Diktus .

-Eg havi eitt tíggjumannafar, ein deiligan føroyskan bát við Kalbakshúsi og tað er ikki longur síðan í seinstu viku, at eg var ein túr við snellu út fyri Mjóvanesi. 600 pund bleiv tað til og eri eri nøgdur. Ì vetur hevur næstan ikki verið flótandi.

"Viðmerkingar kunnu sendast til Jústinus Leivsson Eidesgaard á tel. 22 31 43 ella í T-posti: justinus(at)olivant.fo”