Skriva út

Beinta Klakkstein

Beinta Klakkstein
klokkari
Christianskirkjan

Eftir Jústinus Leivsson Eidesgaard

Beinta Klakkstein er avloysari sum klokkari í Christianskirkjuni í Klaksvík. Hon avloysir saman við Mariann og Anju. Beinta er fødd 12. apríl í 1979.

 -Eg helt, at tað var stuttligt, at tey bóðu meg og eg vildi ógvuliga gjarna átaka mær klokkarastarvið. Eg havi altíð gingið í kirkjuna, síðan eg var barn og mær dámar kirkjuna. Tað er langt í millum, at eg eri klokkari. Teir føstu klokkararnir møta væl upp, tí er tað so sjálvdan, sigur Beinta Klakkstein.

 -Eg eri útbúgvin pedagogur og eri leiðari á einum frítíðarskúla her í Klaksvík, hann eitur Snjalla Bjalla og so siti eg í býráðnum eisini. Eg var vald í býráðið og byrjaði 1. Januar í ár. Býráðsarbeiðið er meira krevjandi enn mann heldur. Eg havi við fólk at gera. Eg tími væl, men tað riggar ikki væl saman við familju og  børnum, sigur hon.

Rani Baldursson og Beinta eiga trý børn.

"Viðmerkingar kunnu sendast til Jústinus Leivsson Eidesgaard á telefon 22 31 43 ella í T-posti: justinus(at)olivant.fo”.