Skriva út

Asbjørn Mikkelsen

Asbjørn Mikkelsen
deknur
Skála

Eftir Jústinus Leivsson Eidesgaard

Asbjørn Mikkelsen er skálamaður og hevur livað á Skála, heilt síðan hann var føddur tann 2. september 1956. Og hóast hann ongantíð í sínum uppvøkstri sá fyri sær, at hann skuldi vera kirkjutænari í Skála kirkju, vóru boð eftir honum í 1990. Hallgrím Johannesen hevði tá verið deknur seinastu 18 árini einsamallur og tá ið hann fór niður í lestrarørindum og kirkjuráðið gjørdi av, at nú skuldu fleiri deknar skiftast um at røkja starvið. Asbjørn var ein av teimum, sum heitt varð á. 

    -Eg haldi, at eg gjørdist eitt sindur kløkkur. Hevði als ikki hugsað um at vera deknur. Eg bygdi akkurát um hetta mundi, og var staddur í kjallaranum, tá ið Sigvald, kommunulækni ringdi. Hann var í kirkjuráðnum. Eg segði ja og fyrsta sunnudag í advent læs eg fyri fyrstu ferð. Eg varð útnevndur til samskipandi dekn, eitt nýtt heiti í Skála kirkju. Hini sum tóku við um hetta mundi vóru Sigurlaug Eiriksdóttir og Sylverius Jacobsen, sigur Asbjørn Mikkelsen. 

    -Hinvegin er kirkjutænasta ikki heilt ókend í míni familju, omma mín í faðirætt, Hansina Mikkelsen var organistur í kirkjuni og hetta er áðrenn eg minnist. Eg eri nú næsti í familjuni, sum kann rokna meg sum kirkjutænara. 

    -Tað er ikki bara bara at siga ja til eitt deknastarv, hóast eg eisini var vanur at standa fram i losjuni sum ungur. Eg stúrdi eitt sindur fyri at finna rætta tónalagið, tá ið eg læs lestur. Og einum nýtist ikki at keða seg og altið at lesa somu lestrarnar. Vit hava nógvar lestrar at velja í millum í kirkjuni. Mær dámdi væl lestrarnar hjá Jákup Dahl og nú finnast nýggjari, og tað er gott, tí kirkjan má lagast til tíðina,soleiðis at tey ungu eisini kenna seg aftur. 

    -Eg vil fegin vera við í kirkjuliga arbeiðinum, her er góður andi millum kirkjuráð og tænarar. Kirkjutænarar og kirkjusangarar eru sjálvskrivaðir til jarðarferðir. Her er felagsskapur. 

    -Eg haldi, at útbyggingin av kirkjuni eisini er eitt gott dømi um góðan felagsskap. Har er ein høvuðs arbeiðstakari og síðan verður ein rúgva gjørd sjálvboðin av fólki her á Skála og uttan samsýning. Her eru eini 50 sjálvboðin, sum eru við at víðka kirkjuna. Vit hava viðkað kirkjuna niðureftir og fáa eina 80 fermetur stóra stovu í kjallaranum, sum kann nýtast til kirkjukaffi og onnur tiltøk. At kirkjan er víðkað niðureftir, merkir, at nú er allur kjallarin grivin út og vit hava stoypt upp undir verandi veggir, soleiðis at eitt høgt kirkjurúm er undir kirkjuni. Fyrr var bara niðasti parturin av kirkjukjallaranum grivin út og hann var lágur. 

    -Meiningin er at halda sunnudagsskúla í kjallaranum meðan gudstænasta er. Vit hugsa eisini um at savna kirkjuliðið til ein kaffimunn av og á undan gudstænastu og ætla at skipa fyri kaffi og onkrum afturvið, tá ið vit halda føstugudstænastur. 

    -Á Skála eru tað somu fólk, sum eru í kirkjuni og sum halda til í missiónshúsinum. Eg havi ongar ætlanir um at gevast sum deknur og haldi, at tað er betri í dag, nú vit eru fleiri deknar sum skiftast, ístaðin fyri fyrr, tá ið alt hekk á einum dekni.

"Viðmerkingar kunnu sendast til Jústinus Leivsson Eidesgaard á tel. 22 31 43 ella í T-posti: justinus(at)olivant.fo”.