Skriva út

Asbjørn Lómaklett

Asbjørn Lómaklett
deknur
Christianskirkjan

Eftir Jústinus Leivsson Eideagaard

-Eg avloysti beiggja mín, Bjarna Lómaklett, sála. Hetta var í árunum 1977-1984. Tað vóru rættuliga nógvar kirkjuligar handlingar tá. Í Klaksvík er sjálvdan deknagudstænastur við lestri, niðanfyri 10 um árið og klaksvíkingar eru raskir at ganga í kirkju,” sigur Asbjørn Lómaklett. Hann er føddur 18. november 1940.

 -Eg tók læraraprógv í 1964 og fekk beinavegin starv sum lærari á skúlanum á Ziskatrøð. Eg var glaður fyri at vera lærari á skúlanum. Eg var lærari fram til 1979, tá eg tók við sum stjóri á skúlanum og eg røkti hetta starv til eg fór frá vegna aldur í 2005. Eg síggi tað nú aftaná, kanska skuldi eg verið farin frá eini fimm ár fyrr. Eg havi livað nógv betri, síðan ábyrgdin varð tikin at herðunum, sigur Asbjørn Lómaklett.

 -Eg eri kalsingur. Vaks uppp á Syðradali hjá ommu og abba. Eg búði har til eg var 24 ára gamal. Eg eri framvegis nógv á Syrðadali, eg havi millum annað laða eitt gamalt gróthús upp aftur. Hetta gróthúsið er javngamalt við bygdina, sum er frá 1812, tá íð fólk rýmdu av Blankaskála og settu seg niður í Syðradali, sigur hann.

Asbjørn hevur nóg mikið at takast við, nú hann er pensioneraður. Hann er í dansifelagnum, í Rotary og so dámar honum væl at lesa. Hann eigur tvær døtur og tvey barnabørn.

Asbjørn var tvey ár til skips áðrenn hann fór á Læraraskúla og hann hevur verið nakað til skips síðani hann gjørdist pensioneraður. Hann hevur verið seks ár við garnaskipinum Gudrun á havtaskuveiðu, hetta gongur fyri seg frá mars og fram til november.

"Viðmerkingar kunnu sendast til Jústinus Leivsson Eidesgaard á telefon 22 31 43 ella í T-posti: justinus(at)olivant.fo”.