Skriva út

Arnold Højgaard

Arnold Højgaard
klokkari
Húsar

Eftir Jústinus Leivsson Eidesgaard

Vit skriva 20 oktober 2018. Tað er friðarligt inni hjá Arnold Højgaard á Kráarvegi í Klaksvík. Hetta er ein serligur dagur.Heimið er innrættað til eitt lamið fólk. Lyfta er gjørd upp á loftið, møblar eru ruddaðir av vegnum, soleiðis at til ber at koyra inni við koyristóli. Men í dag er ongin koyristólur. Kona Arnold, Jóhanna Eliassen liggur deyð á sjúkrahúsinum, hon er í kapellinum og um tveir tímar fer hon í kirkjuna. Hon hevur verið óhjápin seinastu árini og Arnold hevur verið um hana. Og Arnold gevur sær stundir at práta við meg, áðrenn hann fer í kapellið. Tað hevur týdning fyri hann at fortelja um sína tíð sum klokkari í Húsa kirkju. Tí húsamaður er hann, hóast tað eru mong ár síðan, hann flutti til Klaksvíkar. Arnold er føddur 12 februar 1933.

-Pápi mín, Hanus Højgaard, plagdi at ringja og spæla orgul. Prestur búði altíð hjá okkum Á Heyggi. Eg var klokkari frá 1948. Eg fór til skips í 1960, tá flutti eg til Klaksvíkar og bygdi á Kráarvegnum og var granni við trønna hjá Robert Joesen. Eg fór fyrst við skonnartini Lillu og síðan við línubátum. Eg sigldi við Jákup B, meðan Sigmund úr Kunoy var skipari. Síðan fór eg á skiparaskúla í Havn, fekk longdina og fór at sigla sum yvirmaður við línubátum, sigur Arnold Højgaard.

-Eg droymdi um at gerast sjálvstøðugur og keypti Reynsmúla í 1971. Vit forlongdu hann, tá íð vit fóru at trola á landleiðini um summarið. Hann gjørdist eitt betri skip, eftir, at hann var forlongdur.

-Man skal í hvussu er ikki vera krillutur, tá ein drívur fiskarí undir Føroyum. Vit snellaðust eisini undir Íslandi.

-Jóhanna stendur nú undir børu. Vit hava havt eitt langt og gott lív saman. Eg møtti henni til eitt avhaldsball í Mikladali. Eg sá hana ikki aftur fyrr enn eitt hálvt ár seinni, men vit blivu við at halda sambandið. Hon var ein skilakvinna og hevði reiðinskapin undir hond. Eg skuldi bara hugsa um at fáa fisk. Eitt sindur gav fiskiskapurin, vit høvdu ráð at fáa okkum handil. Vit fingu tvey børn, sonin Hans Elias og dótturina Jóhonnu, sum er uppkallað eftir ommuni, sigur Arnold Højgaard.

-Abbi Arnolds var eisini deknur. Tað hevur ligið í familjuni og menninir vóru burtur um summarið og tí hevði Húsa kirkja bæði summar og vetrar kirkjutænarar.

"Viðmerkingar kunnu sendast til Jústinus Leivsson Eidesgaard á tel. 22 31 43 ella í T-posti: justinus(at)olivant.fo”.