Skriva út

Arni Petersen

Arni Petersen
organistur
Gøta
Eftir Jústinus Leivsson Eidesgaard
 
Arni Petersen, organistur í Gøtu kirkju er uppkallaður eftir abba sínum Arna Petersen Á Fløtti í Oyndarfirði. Pápi hansara, Andrias Petersen er uppkallaður eftir abba sínum í Oyndarfirði og langabba Arna, Andrias Petersen úr Hoygarðshúsi í Oyndarfirði. Arni hevur verið organistur í Gøtu í 27 ár og tað var áðrenn musikkskúlan, at hann fekk áhuga fyri orglinum og hetta hendi eisini í skúlanum í Gøtu. Arni er føddur 18 juli í 1974.

-Eg fekk undirvísing í skúlanum í orgulspæli og mær dámdi tað vegin. Eg var 12 ár, tá íð eg byrjaði. Tað var Esman Jacobsen, organistur, sum legði lag á. Eg byrjaði við undanspæl,i preludium og eftirspæli, postludium. Eg nýtti nótar frá fyrstan tíð, dugi ikki væl uttan. Mær hevur dámt urguna væl, var eitt sindur bangin fyrstu árini. Fór ofta tíðliga í kirkjuna, langt undan gudstænastuni. Eg spældi yvir tíggju ár í gomlu kirkjuni, áðrenn við fluttu til Gøtugjáar, sigur Arni Petersen.

-Sjálvandi konkureraðu vikuskiftini í tannárunum eitt sindur, men eg kom upp og í kirkjuna. Eg vil absolutt ráa øllum kirkjum í landinum til at hava fleiri organistar. Í gomlu kirkju var eitt orgul við fýra stemmum. Í nýggju kirkjuni fingu vit orgulið úr Havnar kirkju, sum hevði 16 stemmur. Og síðan nýggjasta orglið í Gøtu kirkju hevur 34 stemmur, meðan orglið í Elduvík hevur tvær stemmur. Tað er spennandi at spæla við einum stórum orglið, men tað ber eisini til at fáa góðan sang, um orglið er lítið. Her hjá okkum velja organistarnir sjálvir sálmarnar.
 
Arni er matvøruverkfrøðingur og arbeiðir á Heilsufrøðiligu Starvsstovuni. Hann er giftur við Duritu Nielsen og tey eiga tveir dreingir.