Skriva út

Árni Nybo Silvurstein

Árni Nybo Silvurstein
klokkari
Hestur

Eftir Jústinus Leivsson Eidesgaard

Er tú uppvaksin í Hesti, blívur oyggin við at vera ein partur av tær. Soleiðis kennir Árni Nybo Silvurstein tað. Hann var føddur 2 februar 1987 og er uppvaksin í Hesti og fór at ganga í áttinda flokk í Havn og síðan hevur hann búð í Havn fyri tað mesta, eins og so nógv onnur fólk, sum eru ættaði úr Hesti.

-Abbi mín, Árni Nybo var deknur. Eg varð spurdur, um eg vildi vera klokkari. Eg byrjaði sum avloysari, tímdi ikki at vera bundin. Men so knappliga var ongin at avloysa og so var eg klokkari. Nú er tað langt síðan, at eg havi ringt í Hesti, sigur Árni Nybo Silvurstein.

-Babba, Jákup Pauli Silvurstein, býr í Hesti og tað ger, at mítt tilknýti til oynna er so regluligt. Eg eri har úti minst einaferð um mánaðin og eisini til høgtíðir. Vit skiftast um at halda jól í Hesti og hjá familjuni hjá unnustuni. Hestfólk eru heimkær og tað sæst best um høgtíðirnar, tá íð øll húsini, sum annars standa tóm, verða brúkt. Silvursteinur er í Hesti, sunnanfyri bygdina. Fyri mær líkist hann einum vanligum steini, men hann eitur Silvursteinur.

Árni livir saman við Monu, tey eru ikki gift enn, men tað verður skjótt. Tey eiga tvær døtur, onnur seks ár og hon eitt og eitt hálvt ár.

Árni er plátusmiður ella karossaríteknikari og tað hevur við bilar at gera. Hann arbeiðir sum plátusmiður hjá Bilrøkt.

-Mær dámar væl at arbeiða við bilum og serliga innanfyri fakið, sum eg havi útbúgvið meg til. Og føroyingar duga ikki heilt at koyra bil enn, tað sæst á okkara arbeiði. Tá íð tað byrjar at kølna um heystið og vegirnir gerast hálir, tá koma allar buglurnar, tað er nakað vit merkja í okkara arbeiði, sigur hann.

"Viðmerkingar kunnu sendast til Jústinus Leivsson Eidesgaard á tel. 22 31 43 ella í T-posti: justinus(at)olivant.fo”