Skriva út

Arni Danielsen

Arni Danielsen
klokkari
Sumba

Eftir Jústinus Leivsson Eidesgaard

“Eg havi verið klokkari í 10 ár. Abbi mín, Dánjal Jacob Frederik Danielsen var fastur klokkari frá 1913-1940. Pápi mín Thomas Frank Danielsen var klokkari aftaná. So tók beiggi mín, uppkallaður eftir abba við, og hann var klokkari í 40 ár. Hann fekk enntá fortjenestmedailju frá hennara hátign, Margretu Onnur, drotning. Síðan tók dótturin Andrea við og eg havi avloyst hana og eg avloysti eisini áðrenn. Hetta er av sonnum ein klokkarafamilja,” sigur Arni Danielsen, sum er føddur 11 juni 1946.

-Í gomlum døgum var tað soleiðis í Sumba og tá meini eg heilt gomlum døgum, at deknurin eisini var klokkari. Kirkjan, sum nú stendur, er frá 1887, men her hava verið nógvar kirkjur áðrenn.

-Eg havi verið sjómaður. Tey fyrstu trý árini var eg fiskimaður og var við slupp og línubátum. Síðan fór eg upp á skúla, tók fyrst stýrimann og síðan skipsførara og fór út at sigla. Man var leingi burtur, tá íð man sigldi úti tá. Fyrsta útmynstringin vardi í 14 mánaðar, næsta 12, síðan fór tað niður í seks og eg endaði við fýra mánaðum burtur í senn. Tað var ein hendingarík tíð, eg kom runt alla verðina. Mær dámdi væl at sigla. Var við Torm og Fred Olsens sum yvirstýrimaður í fleiri ár.

-Konan er av Kirkju, pápi hennara var úr Hattarvík. Vit hittust í Vági. Hon var komin við einum kóri suður at syngja. Hon átti børn áðrenn og vit fingu eina dóttir. Og hon hevur givið okkum trý barnabørn.

"Viðmerkingar kunnu sendast til Jústinus Leivsson Eidesgaard á tel. 22 31 43 ella í T-posti: justinus(at)olivant.fo”.