Skriva út

Annika Højgaard

Annika Højgaard
deknur
Hoyvíkar kirkja
Eftir Jústinus Leivsson Eidesgaard

Ein dagin í 2007 fór Annika Højgaard til handils í Keypsamtøkuni í Hoyvík. Tá hon hevði fylt tað hon hevði keypt upp í posar, og kom út aftur í lotið, var hon vorðin deknur í Hoyvíkar kirkju. Í Keypsamtøkuni hevði hon møtt Katrin Dahl, sum var ein av teimum allar fremstu, ið stríddust fyri at fáa kirkju í Hoyvík, og Katrin hevði biðið hana til dekn og hon hevði játtað. Annika er fødd tann 16 juli 1954. 

    -Eg var glað fyri at vera biðin til dekn. Eg havi verið skóti leingi og kendi til andaligan felagsskap. Vit hava lestur av og á, og tá má ein fyrireika seg sum deknur, men oftast er prestur til gudstænasturnar. Tað hevði týdning fyri meg at læra mannagongdirnar, og tá ið tað var komið upp á pláss, var lætt at vera deknur. Tað er eisini hugaligt at vera tænari í eini kirkju, sum er væl vitjað. Hoyvíkingar eru raskir at ganga í kirkju og serliga barna familjurnar, sum eru nógvar í Hoyvík. 

    -Tað eru serliga bygdarfólk, sum ikki hava tilknýti til hinar kirkjurnar í Havn, sum støðast í Hoyvíkar kirkju. Nú er eisini sunnudagsskúli undir gudstænastunum og hetta er ein stórur fyrimunur fyri foreldrini, sigur Annika Højgaard. 

    -Eg eri uppvaksin í Hoydølum. Pápi mín, Andreas Højgaard, var lærari í Hoydølum, áðrenn hann gjørdist stjóri á Føroya Læraraskúla. 

    -Hetta er ikki eitt tyngjandi arbeiði fyri meg. Vit eru fýra deknar og fýra klokkarar og vit hjálpast væl at.

Annika er gift við Kjartan Kristiansen, og tey eiga tveir gentur og ein son. Og fimm barnabørn eru komin. Í frítíðini eru tey nógv við Gjógv, hagan Kjartan er ættaður.

Annika er lærari og undirvísir brekaðum børnum í tónleiki. Sjálv spælir hon fleiri ymisk ljóðføri.