Skriva út

Annfinnur í Soylu

Annfinnur í Soylu
klokkari
Sandur

Eftir Jústinus Leivsson Eidesgaard

Tað er stilt og ruddiligt í bakarínum hjá Annfinni í Soylu, sum er sambygt við heimið og tað hevur tað verið síðan 1. oktober í 2016. Annfinnur og konan sita upp á í heimi teirra og undrast á, hvussu hetta kundi henda. Í 45 ára hava tey saman rikið bakaríið á Sandi, men nú eru tey komin somikið til árs, at tey hildu, at best var at gevast. Tær báðar kvinnurnar sum í eitt mannaminni hava ansa handlinum eru uppsagdar og Sands kommuna er fýra arbeiðspláss færri.

 -Vit lótu bakaríið upp 2. august 1971. Eg var júst vorðin útbúgvin bakari hjá Conrad Skaale í Havn og konan hevði eisini arbeitt í bakarínum. Og síðan tá hava vit verið til arbeiðis hvønn einasta dag síðan, tó ikki sunnudagar, tá hava vit hildið frí og hvílt okkum.

 -Nú hevur bakaríið verið stongt í nakrar mánaðar, men eg eri morgunmaður og eg vakni framvegis klokkan fýra, tá íð eg fyrr plagdi at fara niður í bakaríið at baka breyð.

 -Eg keypti húsini í 1969 frá Henry Heinesen, sum flutti til Klaksvíkar og vit bygdu bakaríið omanúr.  Eg eri fullkomiliga heilur sandoyingur. Mamman er úr Uttastovu í Trøðum og pápin er úr Soylu. Tað var ongantíð nakað ivamál hjá mær, og kundi ikki verða øðrvísi, eg vildi aftur til Sands og eg hevði ein dreym um at gerast sjálvstøðugur vinnurekandi. Konan Karin er av Argjum og vit hava verið nógv saman. Hon hevur arbeitt eins leingi í bakarínum og eg. Vit hava verið felags um alt. Vit eiga eina dóttir og ein son og seks ommu og abbabørn.

 -Eg havi verið klokkari í mong ár og havi annars verið virkin í kirkjuni. Havi sitið í kirkjuráðnum í mong ár og havi eisini roynt meg sum kirkjusangara. Kirkjusangararnir komu, tá ið Eyðun Winther, sáli, fór at spæla. Hann vildi hava sangarar og kirkjusangararnir forstýraðu Borghild, sum hevði verið organistur í mong ár. Hon vildi hava teir niður av loftinum, sigur Annfinnur í Soylu.

 -Bakaríið verður standandi og har er alt klárt til at byrja aftur, men eg veit ikki, um nakar hevur mót uppá tað. Tá ið eg lærdi, vóru 27 bakarí í Føroyum, nú eru bara átta eftir, sigur hann.

"Viðmerkingar kunnu sendast til Jústinus Leivsson Eidesgaard á telefon 22 31 43 ella í T-posti: justinus(at)olivant.fo”.