Skriva út

Anna Vestergaard

Anna Vestergaard
deknur
Sumba

Eftir Jústinus Leivsson Eidesgaard

Anna Vestergaard hevur í mong ár verið deknur í Sumbiar kirkju. Hon hevur verið okkurt skiftið frá og hon ætlar sær at vera deknur aftur. Anna er fødd 26 november 1953.

-Eg var deknur frá 1991 og fram til 2009. Tá fór eg til Danmarkar á sosial og sunnheitsskúla. Eg var heima aftur, og var aftur deknur eitt skiftið. Eg eri úr Sumba, gift sumbingi Snæbjørn Vestergaard, eigi trý børn og seks barnabørn. Mær dámdi væl at vera deknur og dámi væl at lesa fyri fólki.

-Í 2009 fór eg niður á skúla. Dótturin búði niðri og hon átti eitt barn og eg longdist at vera saman við teimum. Eg og maðurin fóru niður, men heim aftur vildi eg sleppa, tað lá allatíðina í kortunum.
Eg haldi, at eg broyttist nógv á skúlanum, men innast inni var eg tann sama. Vit vóru eisini í praktikk og tað er akkurát tað sama at vera heimahjálp í Danmark sum tað er í Føroyum, har er ongin munur.

-Tað gjørdi mær gott at fara á skúla, nú eri eg heimahjálp í Suðuroyar sunnaru helvt.

-Eg eri sumbingur og sumbingur verið eg restina av lívinum. Pápi mín er úr bygdini og mamma er av Øgrum. Eg havi verið nógv á Øgrum, serliga sum barn. Eg gekk í skúla á Leiti. Mamma var nógv á Øgrum, tá ið pápi var til skips.

-Her broytist nógv í Sumba. Tá ið eg var barn vóru 500 fólk her, nú eru vit 300. 26 børn eru í skúlanum í løtuni, ungar familjur vilja búgva her og vit klára enn at fylla kirkjuna. Og so eiga vit eisini eitt kór, eitt sumbiarkór, sigur hon.

"Viðmerkingar kunnu sendast til Jústinus Leivsson Eidesgaard á tel. 22 31 43 ella í T-posti: justinus(at)olivant.fo”.